Sperrur til áskoðaraskýlið á Svangaskarði eru reistar

Í gjár vórðu sperrurnar til vestara skýlið á Svangaskarði á Toftum reistar, soleiðis sum viðheftu myndir vísa, og tá arbeiðið er liðugt, verða fleiri enn 300 áskoðarapláss undir taki

- Talan er um tvey skýli, eitt eystanfyri og eitt vestanfyri Ítróttarhúsið, siga tey á Facebook-vanganum hjá Nes kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at tá arbeiðið er liðugt, verða fleiri enn 300 áskoðarapláss undir taki á Svangaskarði.

 

- Hetta er eisini kravið, sum FSF setir, um vøllurin framhaldandi skal verða góðkendur til dystir í bestu deildini.

 

Arbeiðið á Svangaskarði, sum eftir ætlan verður liðugt móti vetri, verður gjørt av byggivirkinum KBH á Toftum.

 

Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur byggileiðslu og eftirlit fyri Nes kommunu.

 

##med2##

 

##med3##