Spildurnýggjur Pól Skarðenni í Suðuroy

Pól Skarðenni hevur flutt seg langt sum listarmaður og nú hevur hann listaframsýning í Oynni í Suðuroy


Hendan mánaðin hevur Pól Skarðenni Listaframsýning í listaskálanum, Oynni á Tvøroyri.
Framsýningin er opin hvønn dag frá klokkan 14-18 hvønn dag, men mánadager stongt.
Men tað ber eisini til at koma eftir avtalu, liggur ikki fyri at koma í vanligari tíð.
Pól Skarðenni er mest kendur fyri at mála natúrligar náttúrumyndir.
Men seinastu tíðina hevur hann flutt seg nógv og nú málar hann abstrakt og tað kunnu suðuroyingar nú síggja fruktirnar av.
Hann sigur, at hann leggur seg ikki á ein ávísan stíl.
Men tað er sum um at málningarnir mála seg sjálvar.
- Eg byrji at mála, men so yvirtekur málningurin ræðið og hjá mær er so bara at fylgja við og mála hann lidnan, sigur hann.