Í SportBoxini, sum verður á Rás2 í dag frá klokkan 10 til 12, verður málverjin hjá B36, Tórður Thomsen gestur. Hann var í gjár partur av einum sonnum bragdi, tá B36 vann á HB, hóast teir vóru tveir mans í undirtali. Somuleiðis vitjar Teitur M. Gestsson, málverji hjá HB.
Tórður Thomsen fekk aftur í gjár gult kort fyri at drála. Hann sleppur nú at greiða frá, um hann altíð drálar og hevur uppiborið øll kortini. Eisini fer hann at seta besta liðið, mannað av spælarum, sum hann hevur spælt saman við. Eisini velur hann fimm teir bestu málverjarnar í heiminum nú, og ein “all-time” lista. Somu uppgávu hevur Teitur M. Gestsson, málverji hjá HB, fingið.
Í fyrra partinum av sendingini vitjar Annika V. Dalsgarð, forkvinna í Róðarsambandinum. Fyrsti FM róðurin verður í Klaksvík um vikuskiftið. Somuleiðis vitjar Jarvin Feilberg Hansen frá ÍSF, sum ger klárt til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar. Somuleiðis verður tosað við Gudmund Joensen um Ítróttarháskúlan í Vági.
Í sendingin verður eisini burturluta orginal málmanstroyggja U17 EM endaspælinum við nummar “1 Reynatrøð” á rygginum. Eisini burturlutar Tórður Thomsen einar málmanshandskar. Hvussu eitur heimskendi málverjin hjá Juventus og Italia. Send rætta svarið á 559999, og tú ert við í lutakastinum.
Tú kanst eisini luttaka í sendingini við at senda viðmerkingar ella spurningar til 559999.