Hann hevur roynt fótbóltseydnuna í Noregi og í Rumenia, og nú roynir hann fótbóltseydnuna úti í Vestmannaoyggjunum í Íslandi. Talan er um Kaj Leo í Bartalsstovu, og fyrrapartin var Kaj Leo gestur í fótbóltspanelinum í SportBoxini á Rás2.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina her.
Í sendingini umrøddu Tróndur Arge og Kaj Leo í Bartalsstovu uppvøksturin og fótbóltsuppvøksturin í Gøtu. Gingið var gjøgnum fótbóltsyrkisleiðina hjá Kaj Leo, sum førdi hann til Noreg, víðari til Dinamo Bukarest í Rumenia, og so víðari til fyrst FH í Íslandi, og nú ÍBV, har tað eydnaðist Kaj Leo at gerast íslendskur steypavinnari.
Tann mest serliga tíðin hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og unnustuni, Martu er tíðin tey búðu í Rumenia fyrra partin av 2016.