Spreingingar um alt Jugoslvia

Nato leggur hart út beinanvegin. Bumbað verður bæði í norði og suðri

Edvard Joensen


Bumbað varð í øllum Jugoslavia mikukvøldið. Sky News tíðindamaðurin í

høvuðstaðnum í Montenegro segði um hálvgum níggjutíðina mikukvøldið, at

einar seks, átta krússara rakettir høvdu rakt flogvøllin í býnum. Samstundis

vórðu brestir at hoyra í fleiri býum víða um í Jugoslavia. Bæði í Pristina í

Kosovo fyri sunnan og Novi Sad fyri norðan, siga tíðindastovurnar frá

bumbubrestum. Sambært tí, sum enn er frætt, eru tað flogstøðir, flotastøðir

og onnur hernaðarmál, sum bumbað eru.

Jugoslaviski forsetin, Milosovic, heitti á fólk um at verja landið móti

Nato álopunum. Og verjumálaráðharrin sigur, at Jugoslavia tilskilar sær rætt

at verja seg.

»Allir jugoslavar eru nú í kríggi móti fíggindum okkara.«

Klokkan 20.40 váttaði tíðindamaðurin hjá Sky News, at eldslogarnir, sum

sæddir vórðu úr Beograd, stavaðu frá eini bumbaðari flogstøð beint uttan

fyri sjálvan høvuðsstaðin.

Russar hava fordømt álopini, men eingin roknar við, at teir gera meira.