Springaradrápið í Sandagerði

Eg kann ikki lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum/rættleiðingum, nú so nógv er skrivað í bløðunum og tosað í útvarpinum um hetta vanlukku springaradráp.

 

Mads Guttesen


Eg kann ikki lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum/rættleiðingum, nú so nógv er skrivað í bløðunum og tosað í útvarpinum um hetta vanlukku springaradráp. Nógvar eru gitingarnar og sumt er beinleiðis skeivt. Tað eigur at vera eitt minstakrav, at bæði bløð og útvarp kanna málið so mikið, at tað tey endurgeva, er rætt. Soleiðis er ikki í hesum førinum, tí hesar reglur.

Fyri tað fyrsta: Sýslumaðurin hevur váttað í Rás 2, at hann ikki hevur givið forboð fyri at drepa springarar, ið hildnir vórðu til í Sandagerði. Hann hevði ætlanir um at gera tað, men varð ov seintur. Sostatt hava grindamenninir einki forboð fingið. Lat tað standa fast.

Tá løgreglan kom á staðið, var drápið langt síðan yvirstaðið. Springararnir sleipaðir heim á keiina og hálaðir upp. Tá var dekan og seint at koma við boðum um forboð.

Sosialurin skrivar, at býtið gekk fyri seg sum várharra gud veit, og at tann, ið frekastur og sterkastur var, fekk mest. Hetta er ósatt. Allir mans, niður til 14 ára gamlar dreingir, vórðu uppskrivaðir, bátarnir somuleiðis. Springararnir vórðu merktir og mettir. Síðan varð skift sum van-ligt. Hetta skipaði Jákup Andrias Mohr, grindaformaður, saman við grindamonnunum fyri. Tað einasta, sum ikki var sum vanligt var, at fyri einaferð skyld fekk »palliba« alt. Hvørki sýslumaðurin, grindaformenn, politikarar o.a., ið vanliga fáa sín bróðurpart, fingu nakað.

Tað átti Sosialurin, ið sigur seg verja tann minni menta, at tikið við í síni grein, ístaðin fyri einsíðugt at niðurgera allan framferðarháttin hjá grindamonnunum.

Løgið tykist eisini, at tað nú, nakrir springarar eru dripnir í Havn, skal vera tann ovurhonds stóra vanlukkan. So vítt eg veit hava springarar tey nógvu seinastu árini verið dripnir her á landi. Bara teir seinastu mánaðirnar eru springarar dripnir fleiri ferðir. Tá hoyrdist ikki eitt kis, hvørki frá pressuni, myndugleikunum ella øðrum áhugaðum. Men nú hesi tandrini vórðu dripin í Havn, nú er deyðin í durunum og allar verðsins ólukkur fara at raka samfelagið alt. Heldur ikki tá tað, nakrar dagar eftir drápið í Sandagerði, vórðu dripnir yvir 400 springarar í Klaksvík og Hvalba, tosa ella skriva fjølmiðlarnir um tað, so tað er opinlýst, at tað er bert tá springarar verða dripnir í Havn, at ávísir persónar innan pressuna geva ilt av sær. Man kann so spyrja, hvat endamál teirra við hesum er.

Ein av grundgevingun-um hjá sýslumanninum hevur verið, at so fáir springarar einki muna í Havn. Makan til tvætl skal man leita leingi eftir. Um springarar verða dripnir í t.d. Klaksvík ella í Havn kann væl vera líka mikið. Teir ið luttaka fáa sín part.

Vit hoyra nú í fjølmiðlunum, at sýslumenninir eru sera ósamdir um, hvørt tað skal vera loyvt at drepa springarar ella ikki. Helvtin er fyri at geva loyvi og helvtin vil sýta. Hetta er jú púra burturvið. Tað kann ikki vera rætt, at tað skal hava týdning, hvar tú býrt, um tú kanst fáa springaratvøst ella ikki!!! Lógin eigur at verða skrivað soleiðis, at hon skal tulkast líka av øllum.

Eg vil heita á teir, ið grindareglugerðina gera: Vælsignaðir, gerið reglurnar greiðar. Um totalforboð verður sett, ella tað verður loyvt at drepa springarar, er fyri so vítt líkamikið, men tað má vera annaðhvørt, ikki bæði-og, so menn hava greiðar reglur at ganga eftir. Tað kann ikki vera rætt, at ein tilvildarligur sýslumaður skal geva loyvi til at sýta fyri at geva loyvi. Á tann hátt verður tað alt ov tilvildarligt og hetta skapar ónøgd og óvissu, og tað kann rættarsamfelagið ikki liva við.