Springaradrápið: Vit eru í eini álvarsligari støðu

Vit fara at taka málið upp og at boða umheiminum frá, hvat vit gera, sigur løgmaður

Hette er álvarsligt, tí vit kunnu missa alt á gólvið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

##med2##

 

Tað er eingin ivi um, at vit eru í eini rættiliga álvarsligari støðu. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú ein vika er farin síðani ógvusliga springaradrápið á Skálafjørðinum seinasta sunnudag.

 

Hann sigur í tíðindunum í útvarpsrásini, FM1, at málið er umrøtt so nógv úti í heimi, at Føroyar hava neyvan fingið størri umrøðu áður – men tíverri er tað ikki fyri tað góða. Tað var væntandi, at mótmælini fóru at hæsa av sum dagarnir liðu, men Løgmaður sigur, at ongar ábendingar eru um tað.

 

Hann sigur, at landsstýrið fer at taka málið upp til viðgerar fyri at taka støðu til, hvat vit skulu gera við springara framyvir, tí tað má ikki henda, at vit missa alt á gólvið og verða útihýstir fra fiskamarknaðinum úti í heimi. Tá ið landsstýrið er komið til eina niðurstøðu, fara vit at boða umheiminum frá okkara støðu, sigur løgmaður við FM1.

 

Trýst á píluna undir myndini og hoyr løgmann greiða frá støðuni beint nú

 

Hette er álvarsligt, tí vit kunnu missa alt á gólvið, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður