Springsteen í Danmark í summar

Bruce Springsteen vitjaði Roskildefestivalin í fjør, og í ár vitjar hann aftur í Danmark.

Bruce Springsteen vitjar í Danmark í summar og tvær konsertir eru á skránni.

Í Parkini í Keypmannahavn 14. mai og tann 16. mai í Boxini í Herning.

63 ára gamli Bossurin hevur The E Street Band við sær.

Konsertin í Parkini varð útseld eftir bert hálvum tíma, men sølan av atgongumerkjum til Boxina í Herning byrjar 4. februar á billetnet.dk.