Ungdómstingið vildi í dag hava at vita, hvar málið um fátærkamark lá.
Spurningurin var settur til Anniku Olsen, almannamálaráðharra.
Hon svaraði, at hon fær eitt álit handað í morgin, sum fer at svara henni upp á, hvat nevndin, sum er sett at gera álit í málinum, fer at leggja dent á.
Annika Olsen segði annars, at tað er trupult at seta eitt fátækramark, og hon nevndi eitt dømi við einari familju í Havn, sum hevur dýr sethúsalán. Tann familjan er kanska ikki so væl fyri fíggjarliga.
- Hinvegin, taka vit so eina familju úti á bygd, sum kanska ikki forvinnur líka nógv, sum familjan í Havn, men kortini kann vera betri fyri við lítlum láni, segði Annika Olsen.
Tað er tí ikki so lætt at áseta eitt fátækramark, men tað er kortini neyðugt, helt landsstýriskvinnan.