Spurningurin er ikki hvat er søguligt ? spurningurin er hvat er møguligt

Við vanligari beskeðinheit tosar formaður Tjóðveldisfloksins um ?søguliga avtalu? á Fólkatingi.

Samstarvið, norðuratlantisku fólkatingslimirnir hava, er kanska áhugavert uppá sín máta, men søguna haldi eg, at vit skulu lata eftirkomarar okkara meta um. Hvítabók skuldi vera søgulig, men hon tykist vera farin nokkso stillisliga í søguna.
Hvør veit? Kanska tað søguliga við hesari samgonguni verður, at hetta var samgongan, ið lat tað almenna stagnera. Hettar var samgongan, ið lækkaði almenna tænastustøðið, soleiðis, at vit ikki fáa post útbornan leygardag longur. Hettar var samgongan, ið ráddi fyri borgum, tá sjúkrahúsverkið byrjaði at detta sundur av berum forsømilsi. Eg las, í bløðunum at Landsverkfrøðingurin ikki fekk verkfrøðingar, at seta fyri teir, ið takkaðu fyri seg eftir, at Vinnumálastýrið hevði verið í holt við stovnin. Neyvan høvdu teir fingið nakrar, um so var, at nokk var til av verkfrøðingum.
Alt hetta hevur Tjóðveldisflokkurin medábyrgd av, og skal formaður Tjóðveldisfloksins ikki gloyma tað. Tjóðveldisflokkurin var ein góður stuðul tann tíð tað var, tá nógv av omanfyristandandi varð ment í sjeytiárunum, og harmiligt hevði verið um alt nú datt niðurfyri av berum einoygni.

At tosa vegna onnur
Tað er ikki eiti á, hvussu væl tað liggur fyri at tosa vegna onnur. Fyrst tosaði nýggja leiðslan í Tjóðveldisflokkinum vegna føroyingar. Nú tosar Høgni Hoydal vegna allar Javnaðarflokkar í heiminum. Álvaratos, lat okkum koma niður aftur á jørðina og hugsa um úrslit.
Úrlsitið, sum Tjóðveldisflokkurin vil hava, má røkkast í Føroyum. Stór skomm er, um Tjóðveldismenn noyðast at mobilisera útlendskar kreftir, tí teir ikki megna at fáa ein meiriluta í Føroyum. Hví ikki gera avtalu heir heima við ein flokk um at koma hálvan vegin móti fullveldi, sum heldur, heldur enn at gera eina avtalu við ein annan flokk, um at fara allan vegin, sum ikki heldur.

Gevist við undirlutakensluni
Um vit høvdu skullað lurtað eftir undirbrotligheitini hjá mest afturhaldssinnaðu tjóðveldismonnum, so høvdu vit ikki havt avtalur við onnur lond, sosum fiskiveiðuavtalur, tí hesir trúgva í grundini ikki uppá, at vit hava rættin til nakað sum helst uttan fullveldi.
Hvør hevur ikki álit á føroyskan mátt og megi? Hvør trýr ikki uppá rættin til nakað, uttan vælsignilsi frá Christiansborg? Tað eru menninir, sum tosa um nalvastrong hjá øðrum.
Føroysk javnaðarfólk tora at trúgva uppá seg sjálvi ? vit eiga rættindi, og tørva ikki at fáa fólkatingið at viðurkenna hetta og hatta. Tað er einki annað enn ein manifestatión av føroyskari undirlutakenslu, tá Tjóðveldismenn vilja hava danska fólkatingið at viðurkenna føroyar sum tjóð. Vit eru ein tjóð og spyrja ongan eftir um tað. Vit hava okkara rættindi til ráevnini í undirgrundin og skulu Tjóðveldismenn ikki niður á Fólkating at aka á knøum fyri at biða um nakað vit longu hava.

Fá samfelagið at rigga
Vit eru ikki ein natión í ST høpi, men tað kunnu vit verða í morgin um vit vilja, men tað vilja vit ikki í løtuni.
Hettar fær Høgni Hoydal einki gjørt við, men nógv annað liggur á láni í hesum samfelagnum ? sjúkrahúsverkið er eitt av mongum. Tíð er at fara til arbeiðis Høgni Hoydal. Tað handlar ikki um hvat er søguligt, men um hvat er møguligt.