Tað er varatingmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Grímur Sundstein, sum við einum grein 52a fyrispurningi spyr landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um tunnil til Vestmanna.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Nær verður væntandi farið undir at bora tunnil til Vestmanna?
2. Hevur landsstýrismaðurin saman við landsstýrinum gjørt nakra endaliga raðfesting av, hvørjir tunlar skulu gerast næst?
3. Fer arbeiðið at fyrireika og projektera tunnil til Vestmanna at halda fram komandi árini, hóast ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til Vestmannatunnilin fyri 2026 og frameftir?
Í viðmerking til spurningin vísir hann á, at í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2025, stóð m.a. at ‘Vestmannatunnilin verður fyrireikaður og projekteraður. Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026, er hendan orðingin tikin burtur.
Harafturat eru ongin játtan sett av til tunnil til Vestmanna í 2026 ella komandi árini. Til samanberingar hevði undanfarna samgonga í sínum seinasta fíggjarlógaruppskoti játtað
75 mió. kr. til Vestmannatunnil í 2025.
– Nú arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar er farið í gongd kann væntast, at ferð eisini kemur á fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin. Men hóast greiða setningin um, at ‘Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’, kann tað tykjast sum ein andsøgn, at ongir pengar eru játtaðir á fíggjarlógini til hendan tunnilin komandi árini.
– Í svari uppá fyrispurning um til tunnil til Vestmanna [52-050/2024] svaraði táverandi landstýrissmaður í samferðslumálum at ’Sum tilskilað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er skotið upp at fara undir at gera Vestmannatunnilin, tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur. Tá eigur Vestmannatunnilin at vera liðugt fyrireikaður og prosjekteraður.’ Nú setningurin eisini er tikin úr fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er ivasamt, hvør raðfestingin av tunlinum til Vestmanna og aðrar tunlar er.
Farleiðin til Vestmanna er góð, tá veðrið er gott, men tíverri er ov ofta ikki koyrandi í vetrarhálvuni fyri vindi og kava.
Umframt vestmenningar og avbygdarfólk, koyra eisini bussar við skúlanæmingum, tangabilar í sambandi við aling, lastbilar við farmi og framleiðslu, umframt umleið 40.000 ferðafólk, ið ferðast um Høgareyn í summarhálvuni, sigur Grímur Sundstein.











