Á tingfundi týsdagin fer Kaj Leo Johannesen, løgmaður, at svara einum fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, tingmanni, um framtíðarstøðu Føroyar.
Bjarni Djurholm spyr, um løgmaður ætlar at taka stig til samráðingar við forsætismálaráðharran um endurskoðaða avtalu Føroyar og Danmarkar millum. Hann spyr eisini, um løgmður sær týdningin av, at viðurskiftini millum og Føroyar og Danmark koma í slíka legu, har stjórnarrættarligar tulkingar ikki eru ein forðan, men heldur møguleiki fyri okkara sjálvsavgerðarrætti. Eisini spyrj Bjarni Djurholm løgmann, um hann er av teirri fatan, at áhaldandi ríkisrættarligu broytingarnar farnu hálvu øldina millum Føroyar og Danmark eru grundarlag undir nýtulking av viðurskiftunum millum ríkispartarnar. Og at enda vil Bjarni Djurholm hava at vita, hvønn týdning løgmaður sær nýggjum ella broyttum ríkisrættarligum viðurskiftum í mun til møguligar millumtjóða limaskapir.
Í viðmerking til spurningin sigur Bjarni Djurholm, at í ólavsøkurøðuni sá løgmaður fyri sær eina dagføring ella modernisering av ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Henda fráboðan løgmans er áhugaverd og kann kanska slóða fyri nýggjari skipan landanna millum, sum ber í sær, at rikisrættarligu viðurskiftini einaferð med alla, í tvørpolitiskari semju, verða avgreidd í sátt og semju landanna millum. Eisini við breiðari undirtøku millum Føroya fólk, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm siugr, at í 2005 samtykti Løgtingið og Fólkatingið lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka (yvirtøkulógin).
Hetta má metast at vera størsta frambrotið í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar millum í nýggjari tíð, har lógin tryggjar, at Løgtingið einsamalt ger av, at øll málsøki, undantikin tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast við teirri fylgju, at Løgtingið rindar fyri útreiðslurnar, ið fylgja við teimum, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir eisini á, at yvirtøkulógin inniber, at tekur Føroya fólk avgerð um, at Føroyar skulu vera sjálvstøðugar, koma málsøkini, sum eru karmar um ríkiseindina, undir føroyskt málsræði.
Meira kann lesast um fyrispurnignin VIÐ AT TRÝSTA HER