Ísrael fær nýggj stríðsflogfør

Ísrael og USA skrivaðu í gjár undir ein sáttmála, sum sigur, at Ísrael skal keypa 20 stríðsflogfør av slagnum F-35, og at tey skulu latast ísraelska flogvápninum í árunum frá 2015 til 2017.

Ísraelski sendiharrin í Washington, Michael Oren, sigur, at flogførini, sum eru tey mest framkomnu í heiminum, fara at styrkja evni Ísraels til at verja seg ímóti hóttanum uttaneftir.

Hann legði afturat, at sáttmálin við USA hevur bæði hernaðarligan og søguligan týdning, og at hann fer at tæna felags áhugamálum hjá Ísrael og USA.

Tey 20 flogførini, sum Ísrael skal hava, kosta 100 milliónir dollarar hvørt.