Hóast ávaringar úr USA samtykti ísraelska stjórnin í dag at góðkenna 900 nýggjar bústaðir í Har Homa-umráðnum í eystara parti av Jerusalem. Tað váttaði ein talskvinna hjá innanríkisráðnum fyri fronsku tíðindastovuni AFP seinnapartin. Sambært talskvinnuni varð byggingin upprunaliga samtykt fyri tveimum árum síðani, men neyðugt var við einum ískoyti, sum varð endaliga góðkent í dag.
Amerikanska stjórnin er neyvan fegin um avgerðina hjá ísraelsku stjórnini. Í vár kølnaðu viðurskiftini millum tey bæði londini nógv, tá Ísrael kunngjørdi ætlanir um nýggjar búsetingar í Eysturjerusalem, júst sum amerikanski varaforsetin, Joe Biden, var í Ísrael og vitjaði.
Eygleiðarar vísa á, at avgerðin í dag er tikin á 50 ára føðingardegnum hjá Barack Obama, forseta.