Ísrael og palestinar: Hin gloymdi veruleikin

Tá ið ein í fjølmiðlum hoyrir viðmerkingar frá “serfrøðingum” um støðuna í Miðeystri og hini sonevndu palestinsku økini, verður ofta nevnt orðið tey “hersettu økini”.

Vit mugu ikki gloyma, at hesi økini, tók Jordan í krígnum í 1948, og síðani tók Ísrael tey frá Jordan í miðeysturkrígnum í 1967, eftir at verða álopnir av arabiskum grannum teirra, Egyptalandi og Sýria – og Jordan.

Størsta mistak Hussein kongs í Jordan
Eftir at Egyptaland og Sýria vóru lopin á Ísrael, heitti ísraelska stjórnin inniliga á Hussein kong í Jordan um at halda seg uttan fyri kríggið, men hann vildi ikki lurta eftir, men legði eisini á Ísrael. Hann ráddi tá yvir øllum sonevnda “vestara áarbakka”, sum í veruleikanum eitur Judea og Samaria, ið eisini fevndi um eystur-Jerusalem.
Úrslitið fyri Hussein kong var ræðuligt. Herlið og herútbúnaður hansara lá í skeljasori tá avtornaði, hann misti Judea og Samaria – alt økið eystur til ánna Jordan.

Hví fekk Ísrael ikki frið?
Tá ið Ísrael verður gjørt til syndabukk í friðartilgongdini í Miðeystri, so er hetta ein rangsnúgvan av veruleikanum.
Áðrenn 6-daga kríggið høvdu arabarar helmingin av Jerusalem, alt Samaria og meginpartin av Judea, hendan sonevnda “vestara árbakka”, sum var mark frá 1948.
Hví lótu Egyptaland, Sýria og Jordan ikki Ísrael hava frið at liva innan fyri mark teirra? Nei, teir vildu hava alt Ísrael, teir ætlaðu at strika Ísrael av landkortinum og reka allar jødar út í Miðjarðarhavið. Hvørki Fatah ella Hamas vilja viðurkenna Ísrael sum ein jødiskan stat ella tjóð.


Arabarar áttu allan “vestara áarbakka” 1948-67
Nú hava teir í mong ár givið Ísrael skuldina fyri ófriðin í Miðeystri og úrslitaleysar samráðingar, tí at Ísrael tók Samaria og Judea – alt sum tað var – í 6-daga krígnum. Hóast teir áðrenn 6-daga kríggið høvdu alt hetta økið, løgdu teir kortini á Ísrael, sum livdi í friði og lat tíggjutúsundtals verkafólk úr Jordan sleppa at arbeiða á ísraelskum verksmiðjum, byggifyritøkum, stovnum, sjúkrahúsum. So at siga, at tey sonevndu “hersettu” økini eru orsøkin til trupulleikarnar í Miðeystri, er ein rangsnúgvan av veruleikanum. Orsøkin til trupulleikarnar var har frammanundan:
Øvund og hatur móti jødunum. Gaza-sorgarleikurin skal ikki verða umrøddur á hesum sinni, men Gaza er enn eitt dømi um, at Ísrael fær ikki frið, um teir so geva land frá sær. Glopraregnið av Hamas-rakettum yvir suður-Ísrael talar sína egnu døpru ófriðarsøgu.

Jødahatarin Amin el-Husseini.
Tað var ikki fyri einki, at muslimski “Stórmuftiin” í Jerusalem Amin el-Husseini, hevði tøtt vinabond til Himler, Ribbentrop og Adolf Hitler og vitjaði hann 28. november 1941 undir seinna heimsbardaga. Hesin sami maðurin hevði avgerandi ávirkan á Endløsung-ætlanina, sum fekk ræðuligar avleiðingar fyri jødiska fólkið, bæði í Miðeystri og í Europa. Ein av eftirkomarum Amin el-Husseini var Hussein kongur í Jordan, sum leyp á Ísrael í juni 1967. Yassir Arafat, hvør veruliga navn var Abd el-Rahman abd el-Rauf arafat el-Qudwa el-Husseini var eisini skyldmaður vinmann Hitlers, nevnda Amin el-Husseini.
So seint sum seinasta sunnudag sat hin sonevnda ”Miðeysturkvartettin” á fundi við umboð fyri Ísrael og Palestina, fyri at koma til eina felags støðu viðvíkjandi nýggjum samráðingum.
“Miðeysturkvartettin” legði fram uppskot um, at samráðingarnar skuldu nýta 1967-markið sum samráðingarstøði og at palestinar afturfyri skuldu viðurkenna Ísrael sum ein jødiskan stat og sostatt boða frá, at ósemjan við Ísrael var at enda komin.
Nakrar tímar seinni endaði fundurin tí leiðarin hjá palestinum Mahmoud Abbas, noktaði at viðurkenna Ísrael sum ein jødiskan stat.