Ísraelski herurin hevur nú fullført afturtøkuna úr Gaza-geiranum Ein talsmaður hjá ísraelska herinum segði í morgun, at tann seinasti ísraelski hermaðurin er farin úr Gaza-geiranum.
-Men herurin verður verandi í støðum allan vegin fram við markinum, og vit eru fyrireikaðir til alt, segði talsmaðurin.
Ísraelska afturtøkan byrjaði sunnudagin, eftir at Ísrael hevði lýst vápnahvíld. Stutt eftir gjørdi Hamas tað sama. Ísraelska átakið í Gaza-geiranum vardi 22 dagar og kostaði umleið 1.300 mannalív.