Ísraelskur sendiharri á vitjan

Síðst í apríl mánaði kemur ísraelski sendiharrin í Danmark, Yitzhak Eldan, á vitjan í Føroyum

 

Í døgunum frá 27. til 30. apríl verður ísraelski sendiharrin í Danmark á vitjan í Føroyum.

Tað er felagsskapurin, Vinir Ísraels, sum eru vertir fyri ferðini hjá Yitzhak Eldan til Føroya, men á skránni hjá ísraelsmanninum eru fundir við almennar persónar í Føroyum.

Eldan skal hitta Anfinn Kallsberg, løgmann, Bjarna Djurholm, landsstýrismann, og Vibeke Larsen, Ríkisumboðsmann.

Harafturat vitjar Eldan eisini borgarstjóran í Havn, á Tvøroyri og í Skopun.


Útsendur

Yitzhak Eldan hevur verið útsendur av ísraelsku stjórnini í fleiri londum, men síðani 1999 hevur hann verið sendiharri í Keypmannahavn.

Síðani 1995 hevur hann verið leiðari fyri deildini, sum tekur sær av upplæringini av sendiharrum hjá Ísrael, og hann hevur eisini skrivað bøkur um hetta.

Eldan var føddur í Marokko í 1942, men flutti sum 13 ára gamal til Ísrael. Hann hevur lisið søgu og politikk, og hann hevur eisini útbúgving í samskifti við universitetið í París.

Umframt fundir við politikarar og onnur skal Eldan eisini gera útferðir í Føroyum, so hann fær møguleika at síggjan nakað av landinum, meðan hann vitjar her.