ÍSRAELSKIR FILMSDAGAR Í HAVNAR BIO.
Virkandi ísraelski sendiharrin í Danmark, Eyal Lampert, kemur til Føroya í samband við at ísraelsku filmsdagarnir verða hildnir frá 13. til 15. novembur. Eyal Lampert er varasendiharri, men er virkandi sendiharri inntil Benjamin Dagan tekur við sum nýggjur sendiharri.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fer at seta ísraelsku filmsdagarnar mánakvøldið 13. november kl 20 í Havnar Bio. Tá fer spildurnýggi ísraelski filmurin “The Cakemaker” at verða vístur. Hetta er fyrsti spælifilmur hjá ísraelska leikstjóranum Ofir Raul Graizer.
Hóast avmarkað í stødd, er Ísrael á øllum økjum eitt virkið filmsland. Sum virkandi ísraelskur sendiharri í Keypmannahavn, vil Eyal Lampert knýta sambond millum tey, sum gera film í hansara heimlandi og spírandi filmsumhvørvið í Føroyum. Hann vísur á, at umframt at víðagitna sjónvarpsrøðin “Homeland” upprunaliga er úr Ísrael, so eru flestu ummælarar beint nú samdir um, at ísraelski filmurin “Foxtrot” fer at verða millum teir, sum verða í uppskoti at vinna Oscarvirðisløn sum besti filmur, ið ikki er amerikanskur. Og hvør veit, um ikki “Foxtrot” verður tøkur at vísa á ísraelsku filmsdøgunum í Føroyum næsta ár, sigur Eyal Lampert, ið vónar at nýggja afturvendandi filmsátakið fer at hepnast væl.
Filmarnir, sum við enskum undirteksti verða vístir á ísraelsku filmsdøgunum í Føroyum, eru umframt áðurnevnda “The Cakemaker”, “A Quiet Heart”, sum Eitan Anner hevur leikstjórnaði, og “Bethlehem”, sum Yuval Adler leikstjórnaði. Allir tríggir filmarnir hava fingið fleiri virðislønir í ymsum londum.