Miðeystur
Í hesum døgum er nógv meiri fólk í Jerusalem og Tel Aviv enn vanligt, tí fólk í hundraðtúrundatali eru flýdd hagar undan Hizbollah-rakettunum har norðuri í landinum. Tey flestu halda til hjá skyldfólki og vinfólki, og tey, sum ikki vita sær annað, noyðast á gistingarhús at búgva.
Ísraelsku myndugleikarnir siga, at umleið ein triðingur av fólkinum har norðuri í landinum eru flýdd. Tey, sum eru eftir, fáa dagliga boð um at fjala seg í teimum serligu trygdarrúmunum.
Hizbollah hevur serliga lagt seg eftir at raka býin Haifa, og álopini hava havt við sær, at í dag er næstan einki fólk at síggja í gøtunum. At kalla allir handlarnir eru stongdir, og tað sama er at siga um matstovurnar. Haifa er ein av teimum stóru ferðavinnubýunum í Ísrael, men nú er lítið at díggja til nakra ferðavinnu har, skrivar Rreuters.
Í øðrum býum har norðuri í Ísrael hava myndugleikarnir gjørt tilbúgvingarskipanir, so fólk fáa at vita, nær tey kunnu fara til handils ella á apotekið.