Øssur Dalbúð tøkur fyri HB

Leygardagin er Øssur Dalbúð tøkur fyri HB fyri fyrstu ferð, síðani hann gjørdi sáttmála við felagið.

 

Øssur Dalbúð hevur verið burturstaddur til nú, men tað var ein partur av avtaluni. Sostatt hevur HB fleiri spælarar at velja í millum til fremstu plássini.

 

Poul Ingason og Ari Mohr Olsen hava báðir skorað í hesum kappingarárinum, meðan Teit Jacobsen hevur sett seg á tað fremsta av miðvallaraplássunum.

 

HB spælir leygardagin móti Skála á Skála.