Øssur er danskur meistari

Ein føroyingur megnaði í dag at vinna danska meistaraheitið í lopi upp um hestin.

Tað er Øssur Debes Eiriksfoss, sum í dag varð sannførandi DM vinnari. Úrtøkan var 14,35 stig, og tølini siga, at talan var um tryggan sigur, tí tann næstfremsti fekk 13,60 stig.

Øssur er í bruttohópinum á danska landsliðnum, sum fyrireikar seg til EM kappingina.

Myndir og video frá DM kappingini eru at siggja á www.fimleikur.fo.