Mánadagin letur Øssur Johannesen upp framsýning í Gallarí Fríðriksvág í Vágsbotni og sama dag gevur út sína 5. fløgu.
Mánadagin letur listamaðurin Øssur Johannesen upp framsýning í Gallarí Fríðriksvág í Vágsbotni í Havn. Talan er um málningar, sum vit kenna teir frá honum. Daprar expressionistiskar menniskjalýsingar. Fleiri stórir málningar eru á sýningini. Framsýningin er opin frá mánadegnum 10. oktober til 30. oktober og opið er frá klokkan 16 til 17:30.
Fløga
Sama dag gevur Øssur út sína 5. fløgu. Hann spælir sjálvur øll ljóðførini; bass, akk. guitar, trummur og el-guitar. Har er okkurt við indiskum íblástri, men annars bæði stilt og vilt. Fløguna hevur Kartni Fornagarð tikið upp uppá 3 tímar inni hjá Øssuri og Jón McBirnie hevur ljóðblandað.