Øssur og póllendingur sýna fram

Øssur Mohr úr Fuglafirði fer at hava framsýning saman við pólskum listarmanni í Norðurjútlandi komandi vikurnar

 

Leygardagin letur ein framsýning upp í Gallarí Bram í Hobro, har Øssur Mohr er annar av listamonnunum, sum næsta slaka mánaðin fara at sýna verk fram har.

Fuglfirðingurin Øssur Mohr hevur verið við á nógvum framsýningum í Føroyum og Danmark seinastu árini.

Hann verður alsamt oftari biðin til framsýningar í Danmark, og nú fer hann at sýna fram við einum kendum pólskum listarmanni.


Íblásturin

Kaplanski er kendur og virdur í heimlandi sínum, men hann hevur eisini sýnt fram í Danmark áður. Bæði hann og Øssur fáa íblástur úr náttúrini, og tí hevur Gallarí Bram valt at seta teir saman til eina serliga framsýning.

Gallarí Bram fekk eygað á Øssur Mohr, tá leiðarin fyri gallaríið var í Føroyum og hugdi eftir listaframsýning fyri nøkrum árum síðani.

Øssur Mohr verður við til ferniseringina í Hobro, sum verður leygardagin klokkan 14.00. Framsýningin er opin til fram til 7. desember.