ST-heimsmálini á breddan í Norðurlandahúsinum

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði Magna Arge, fólkatingsmann um ráðstevnuna um tey 17 heimsmálini hjá ST

Fríggjadagin 23. februar verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um tey 17 heimsmálini hjá ST, ið miða eftir at loysa heimsins størstu avbjóðingar. Magni Arge, fólkatingsmaður, skipar fyri. Við verða m.a. Mogens Lykketoft, fyrrverandi ST-aðalfundarformaður, Katherine Richardson, professari í havfrøði, Aksel Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal og Poul Michelsen, landsstýrismenn.

Í september 2015 settu Sameindu Tjóðir sær 17 mál, ið fevna um heimsins størstu trupulleikar, sum skulu loysast áðrenn 2030. Hesi mál eru sett, tí mett verður neyðugt at loysa trupulleikarnar, so øll kunnu liva eitt gott lív nú og samstundis lata komandi ættarliðum heimin í góðum standi.

Málini hjá ST bera heitið "Heimsmálini" ella "Burðardyggu menningarmálini".Tey 17 heimsmálini snúgva seg m.a. um at basa fátækradømi, veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Magna Arge um tey 17 heimsmálini hjá ST í sendingini "Sjóðteim", sum var á Rás2 fyrrapartin.