Støkk byrjar aftur

Mánadagin 7. september byrjar fimleikurin aftur í Støkk, og tí verður skipað fyri tilmelding leygardagin frá 13 til 15 í ítróttarhøllini í Runavík

Fimleikur

 

 

Tíðindaskriv

 

Serliga hjá teimum yngru liðunum kann roknast við sera stórari undirtøku, so tað ræður um at møta í góðari tíð fyri at tryggja sær pláss á liðnum.

Komandi fimleikavetur hevur Støkk nógv at bjóða bæði royndum og óroyndum íðkarum.?Størsti parturin av fimleikarunum hjá Støkk eru børn og ung, men tey tilkomnu fáa eisini møguleika at røra seg í vetur.

Børnini koma til venjing hvørja viku at spæla, læra og hugna sær saman. Eins og undanfarin ár, hevur Støkk lið fyri børn í øllum aldri.

Umframt tann vanliga fimleikin í Støkk eru nógv kappingarlið eisini á skránni. Til ber at tekna seg til tey flestu kappingarliðini leygardagin 5. september, og so verður skipað fyri eini úttøku seinni.

At íðka fimleik økir um vælveruna, og styrkir hjartað og blóðrensl. Fimleikafelagið Støkk er fyri øll, bæði ung og gomul.