Norðmenn hava ongan hug at fara upp í Evropasamveldið. Ein nýggj meiningakanning vísir, at var fólkaatkvøða um spurningin nú, høvdu 66,2 prosent atkvøtt ímóti. 25,7 prosent høvdu atkvøtt ja, og átta prosent vita ikki, hvar tey høvdu sett krossin.
Kanningin vísir, at tað eru serliga tey yngru, sum eru ímóti, at Noreg skal fara upp í ES. Av teimum veljarunum, sum eru yngri enn 30 ár, eru 77 prosent ímóti limaskapi. Bara 15 prosent siga ja.
Í kanningini sæst eisini, at meirilutin av veljarunum hjá øllum flokkum siga nei til ES-limaskap, og at tað er meiriluti ímóti ES í øllum landinum.