Stór grind verður rikin á Havnina

Grindaboð eru í Hestfirði, har ein grind er sædd frá landi.

Grindin er stór – onkur heldur millum 800 og 1.000 hval – men hon gongur i fleiri bólkum.

Hanus Højgaard, grindaformaður, sigur, at vestfallið fer at líða nú, og grindin verður í samráð við sýslumannin rikin á Havnina.

Í løtuni er hon komin suður móti Kirkjubø.

Nakað tvassut er á Kirkjubønesi, men nú vestfalliðð líður fer at slætna.

Nakrir størri bátar eru farnir um nesið og fara at koma til grindina hvørja løtu.