Stór kapping á Glyvursnesi næsta leygardag

Talan er um eina opna kapping, soleiðis at øll kunnu vera við – men tað er kortini ein treyt

 

Næsta leygardag, tað er 25. Juli, skipar Tórshavnar Golffelag fyri golfkapping á golfvøllinum á Glyvursnesi. Tað er kappingin ið kallast BankNordik-Open, tí tað er BankNordik, sum stuðlar henni, og tað er størsta kappingin, sum golffelagið skipar fyri.

At talan er um eina opna kapping merkir, at eisini golfleikarar, ið ikki eru limir í Tórshavnar Golffelag kunnu vera við. Ein treyt er kortini og tað er, at leikarin hevur skrásett handikap-prógv frá einum góðkendum golffelag, og hægsta handikap er sett til 54.

Kappingin er ein einstaklingakapping, sum samstundis eisini er ein liðkapping. Spælt verður í tveimum, soleiðis at vinningur eisini verður latin tí leikara, sum hevur flest stig eftir 9 tey fyrstu holini og síðani verða vinningar latnir teimum trimum ið hava flest stig eftir 18 hol.

Somuleiðis verða vinningar latnir luttakarunum á vinnandi liðnum, umframt at aðrir smærri vinningar verða latnir eftir ávísum treytum í sjálvum spælinum.

Í fjør var tað evnaríki, ungi, golfleikarin Jens Guttesen, ið júst er úttikin at umboða Føroyar á oyggjaleikunum næsta ár, sum vann kappingnina og nummar tvey og trý vóru fyri Rógvi K. Hansen og Bjarne Jørgensen.