Stór sjóvarfalsorku verkætlan í Suður Korea.

Eitt bretskt felag hevur skrivað sáttmála við eitt Suður Koreansk orkufelag um at seta 300 sjóvarfalsturbinur á havbotnin. Hetta er størsta verkætlan av sínum slagi higartil. Tann 11. mars í ár skrivaði bretska felagið Lunar Energy undir sáttmála við Suður Koreanska felagið Korean Midland Power Company um at gera 300 sjóvarfalsturbinur fyri 500 milliónir bretsk pund, sum skulu setast niður á botnin í Wando Hoenggan sundinum. Ætlanin er, at hetta verkið skal veita orku til 200.000 heim í ár 2015.

Talan er um myllir, sum eru inni í einum røri, ið er formað sum ein trakt. Myllan í einari 1 MW turbinu hevur ein diametur uppá 11.5 m, tað víðasta av traktini er 15 m og longdin er 19.2 m. Turbinan stendur á einum fóti, sum vigar 2500 tons og verður sett niður á botnin. Arbeitt verður við at menna turbinur upp til 2 MW. Til samanberingar eru stóru vindmyllirnar hjá SEV í Neshagnum 0.66 MW.

Sambart tølunum í sáttmálum verður eindarprísurin 1.67 milliónir pund ella umleið 17 milliónur krónur. Tað verður Suður Koreanska stórfyritøkan Hyandai Heavy Industries og felagið Roech Engineering, sum fara at framleiða turbinurnar.

Áðrenn suður koreansku mynduleikarnir geva endaligt loyvi til alla verkætlanina, skulu tær gera umhvørvis árinskanningar. Ein forkanning við einari 1 MW turbinu byrjar komandi ár.

Í Bretlandi er vaksandi áhugi fyri at útvinna orku úr sjóvarfalsrákinum. Sambart nevndarformanninum í Lunar Energy, William Law, er potentiali í sjóvarfalsrákinum kring brestku oyggjunum til nøkta 20% av bretska orku tørvinum. Hann vísir serliga á Pentland Firth, sum hann metur kunna geva minst 10.000 MW, skrivar Knud Simonsen á www.nvd.fo