Stór ungdómsstevna í mai mánaði

Er tað nakað sum nógv ung gleða seg til, so man tað vera at sleppa á ungdómsstevnuna, sum tey ungu innan Heimamissiónina skipa fyri annaðhvørt ár.

Fyrireikingarnar til ársins Landsungdómsstevnu eru langt síðani farnar í gongd, og herfyri varð eisini gjørt kunnugt, at stevnan verður í skúlanum á Giljanesi í døgunum 11. til 14. mai.
Tá stevnan seinast varð hildin í Havn fyri tveimum árum síðani vóru meiri enn 300 ungdómar úr øllum landinum við.Vanliga er talan um eina spennandi og fjølbroytta skrá, sum hevur nakað bæði fyri tey heilt ungu og tey eitt sindur eldri ungu.