Bullguard, har hoyvíkingurin, Heini Zachariassen, er stjóri, fekk fyri løtu síðani handað sonevnda initiativvirðisløn frá høvuðsstaðardeildini hjá Dansk Industri Í einum heimi, har tað gerst alt meira avgerandi at standa seg í altjóðagerðini hevur tað ovurstóran týdning, at fyritøkur tora. Ikki bara at bjóða av á stóra heimsmarknaðinum, men eisini at taka av teimum møguleikunum fyri samstarvi, sum altjóðagerðin hevur við sær.
Hetta er hornasteinurin í átakinum hjá Dansk Industri, sum á hvørjum ári letur serstaka virðisløn, nevnd Initiativprisen.
Í fyrstu atløgu eru tað lokalfeløgini hjá DI, sum læta virðislønir, og í høvuðsstaðarø-kinum varð hendan fyri løtu síðani lætin Heina Zachariassen, sum er stjóri í KT-fyritøkuni, Bullguard.
- Tit hava síðani stovnanina í 2001 stríðst fyri at vinna fram í einum knallhørðum globalum marknaði, sum hevur verið eyðmerktur av stórum spælarunum við mil-liónum í rygginum. Og hetta er eydnast tykkum takkað verið hørðum arbeiði og tyk-kara evnum at hugsa øðrvísi og ótraditionelt, segði Claus Spigelhauer, formaður fyri DI í høvuðsstaðarøkinum.
- Tit hava frá byrjan hugsað nýtt, tá tit hava marknaðarført tykkum. Fyrstu árini millum annað Kazaa file-sharing og seinni hava tit verið millum teir fyrstu at nýta viral-marknaðarføring.
- Og samstundis hava tit eisini tikið av møguleikunum fyri altjóða samstarvi. Tit hava í dag eina menningardeild í Rumenia, skrivstour í Onglandi og samstarvsfelagar, veitarar og íleggjarar úr eitt nú Russlandi og USA. Alt í alt átøk, sum gjørdu tað lætt hjá okkum, tá vit skuldu kjósa móttakaran av virðislønini, segði Claus Spigelhauer á móttøkuni í dag.