Stóra toskalygnin

Atlantstoskur er komin upp á javnt føti við eitt nú grindahval hjá grønu felagsskapunum, sum nýta hesi sjódjór sum pengamaskinur, skrivar Fishing News í seinastu útgávu síni

Toskastovnurin hevur verið orsøkin til hitað kjak, óendaligar spekulatiónir og ótømandi orðaskvaldur, umframt eina rúgvu av ørum tankum og nógvum misskiljingum.

Fyri nøkrum mánaðum síðani var ein ráðstevna fyriskipað av North Sea and North-Western Waters Regional Advisory Counsils (RAC) um støðuna hjá toskastovnunum í europeiskum sjógvi fyri fiskimenn, fiskifrøðingar, politikarar og umhvørvisfólk.

Fiskimenn vóru samdir um, at meiri toskur er til nú enn teir høvdu sæð í áravís. Kanningar benda á, at stovnarnir við Grønland vaksa við øgiligari ferð. Um hendan økingin stavar frá ógvusligum upphøggingum í fiskiflotunum, áløgd av Brüssels, ella einum náttúrligum uppsvingi í biomarina umhvørvinum, kann kjakast um, men veruleikin er:

• at Ísland hevur veitt umleið 200.000 tons av toski

• at Barentshavið útvegar onnur 500.000 tons á hvørjum ári

• meiri toskur verður lógliga veiddur við Føroyar og í europeiskum sjógvi

• toskafiskiskapurin við Grønland er í vøkstri

Hetta merkir, at áleið ein millión tons av toski verður veidd á hvørjum ári, fyri tað mesta til europeiska marknaðin.

Toskur er tí ikki í námind av at vera ein hóttur stovnur.

- Fish & Chip-sølubúðin hinumegin vegin, har eg búgvi, lýsir við ’toski og chipsi’ fyri 25 krónur – ikki júst ein ábending um ein útdoyggjandi toskastovn, sum greinahøvundurin, Quentin Bates, tekur til.

Grundleggjandi fíggjarlig meginregla sigur, at er toskurin veruliga so sjáldsamur, sum umhvørvisfelagsskapirnir vilja vera við, átti prísurin at verið nakað hægri. Í veruleikanum hevði toskur bert verið at funnið á fínastu matstovum, sum bert ríkastu kundarnir høvdu ráð til. Og hetta er langt frá so.

Greenpeace handaði herfyri fyrrverandi bretska forsætismálaráðharranum, Tony Blair, ein útstappaðan tosk við boðunum um, at hetta var hin seinasti. Forsætismálaráðharrin er síðani farin, men toskurin er enn her.

WWF hevur tikið tað óvanliga stigið at drigið fiskiveiðikommissiónina hjá ES fyri rættin, orsakað av teirra toskapolitikki, meðan Greenpeace ítøkiliga hevur jagstrað fiskiskip, sum royna eftir toski og farmaskipini, sum flyta frysta fiskaúrdráttin suðureftir.

Nýggjasta »stuntið« hjá felagsskapinum hevur verið at slept froskmonnum á sjógv millum skotskar partrolarar við »steðgið toskafiskiskapi«-skeltum.

Tá hugsað verður um, at tað finnast sunnir og vaksandi toskastovnar eins og stovnar, sum eru um at koma fyri seg, at tað er eingin mangul á toski á europeisku marknaðunum, og at fiskiskip í Norðsjónum hava trupulleikar við at umganga tosk í trolið, er framferðin hjá Greenpeace ófatilig.

Umhvørvisumboð vóru á ráðstevnuni í Edinburgh, men kanska tey ikki noteraðu nakað niður. Støðan hjá umhvørvisfólki er antin hon, at tey heilt síggja burtur frá veruleikanum, ella tey vilja ikki síggja hann í eyguni. Hin møguleikin er, at tey útmerkað væl kenna veruleikan, men velja at vraka hann av ókendum orsøkum.

Ein talsmaður fyri Greenpeace segði um avgerðina at lata froskmenn leypa á bláman millum tveir partrolarar frá Frazerburgh: »Støðan í Norðsjónum er ómetaliga einføld. Heldur toskafiskiskapurin fram, verður toskurin oyddur«.

Samspælið millum róvfisk og matfisk, broytandi hita í sjónum, umfatandi broytingar í planktonnøgd, gýtingarbroytingum, dálking og onnur viðurskifti ávirka fiskastovnarnar, og tað vita umhvørvisaktivistarnir. Men fiskiskapurin fær skuldina.

Óhoyrda einfeldi í tí tey siga er ótrúligt og vísir eitt djúpt manglandi forstáilsi – ella beinleiðis mótvilja – at skilja fløktu støðuna.

Gera sær dælt

Gjøgnum sjeyti- og áttatiárini samlaðu umhvørvisfelagsskapirnir seg um átøk móti hvalaveiði og seinni kópaveiði. Í hesum tíðarskeiði fóru umhvørvisfelagsskapirnir gjøgnum eina mening frá felagsskapum til ein ídnað.

Herferðir teirra vóru stak væleydnaðar, bæði tá tað snúði seg um at steðga hvala- og kópaveiði – og samstundis leggja í oyði tey smásamfeløg, sum livdu av hesum veiðum – og at savna inn óhoyrdar upphæddir til sín sjálvs.

Eins og allar aðrar fyritøkur mugu eisini NGO’s (non governmental organisations) uppihalda eitt ávíst virkisstøði fyri ikki at noyðast at siga upp fólki, lata skrivstovur aftur og so framvegis. Tað kann tí hugsast, at teir størru umhvørvisfelagsskapirnir leita eftir líknandi peningastreymi aðrastaðni líka síðani – og fiskiídnaðurin eigur at brynja seg til, at toskurin gerst nýggju hvalastovnarnir.

Tíverri hevur »populera pressan« latið seg tøla av grønu felagsskapunum, og sett á prent ógvuliga einsíðugt tilfar uttan at leggja nakað í sannleiksvirðið. Gamla dagblaðssloganið um, at tú ikki skal lata sannleikan koma í vegin fyri einari góðari søgu, kemur veruliga til sín rætt her.

Grøni ídnaðurin hevur fíggjarligu orkuna at seta í starv bestu juridisku og marknaðarligu heilarnar – og tað ger hann. Úrslitið fornoktar seg heldur ikki við umfatandi miðlaherferðum og dýrum politiskum lobbyarbeiði.

Stórídnaðurin er lopin á sama vognin, sum tá ein stór handilsketa í Bretlandi boðaði frá, at hon ikki keypti meiri Norðsjóvartosk, men fór at halda seg til íslendskan línutosk burturav.

Gløggi eygleiðarin kundi staðfest, at stórkeyp til stórkeyps prísir kundi verið orsøkin, men hetta er eisini ein liður í PR-stríðnum millum handilsketurnar.

Ótespiliga niðurstøðan er, at grønu felagsskapirnir føra eina grundleggjandi skeiva herferð, sum stóra fiskaetandi fjøldin við vilja verður villleidd.

Óhugnaligasti møguleikin er, at teir fult út kenna støðuna, men kensluleyst gera sær dælt av støðuni kortini. Teir eru til reiðar at leggja trýst á í teirra stremban eftir at leggja í oyði ein ídnað og offra livilíkindini hjá einari arbeiðsfjøld í teirra egnu strevan eftir meiri peningi.

Ein møgulig loysn

Síðsta ár loyvdi íslendska stjórnin einari avmarkaðari royndarveiði eftir stórhvali. Sjey nebbafiskar vórðu skotnir úr einum stovni, sum á ongan hátt er hóttur. Eitt ramaskrígg hoyrdist um allan heim, tá hvør einasta NGO stillaði seg í kórið at fordøma hasar ræðuligu íslendingarnar.

Hesir fáu hvalir gjørdust ein altjóða kreppa upp á standandi fót. Men einum øðrum umstríddum umhvørvismáli í Íslandi um somu tíð hoyrist einki frá – og er sanniliga ikki á dagsskrá hjá NGO, ið berjast móti fiskaídnaðinum.

Kárahnjúkarbyrgingin fer at seta síni óbøtandi spor á íslendsku náttúruna, tá hendan vatnbyrging skal føða aluminiumsvirkið har á staðnum við bíligari orku. Og fleiri líknandi ætlanir eru í stoypiskeiini.

NGO hava ikki grett hetta við einum orði, og ein kann undrast á hví. Er henda fleirtjóða fyritøkan kanska ov sterk at fara í holt við?

Ein framstandandi NGO er søgd at hava fingið eina gávu á eina millión dollarar frá hesi fleirtóða fyritøkuni, og ein av fyrverandi nevndarlimunum hjá nevndu NGO er nú nevndarlimur hjá fleirtjóða fyritøkuni. Ei undur í, at grøni felagsskapurin ikki letur við seg koma í sambandi við Kárahnjúkurðverkætlanina.

Kanska kundi hetta verið loysnin fyri fiskiídnaðin. Aluminiumídnaðurin tykist hava verið førur fyri at keypt seg burtur úr vánaligari umrøðu, at síggja til ógvuliga bíliga – og helst enntá skattafrítt.

Til frama fyri fiskiídnaðin sum heild, kundu onkrir av framstandandi monnunum gjørt tað sama. Hópurin av nøktandi samtaksmennandi fyritøkum við nevndarsessum til røttu viðkomandi og nøktandi peningagávum á røttu støðunum kundi verið júst tað, sum skal til fyri at taka órætta trýstið av fiskiídnaðinum.

Kelda: Fishing News, Quentin Bates