ÍF Føroyar vitjar nevniliga AB, sum spælir í donsku 1. deild og har landsliðsleikarin Christian Høgni Jacobsen fyri kortum spældi.
Hetta er nógv tann størsti dysturin hjá ÍF Føroyum nakrantíð, og tað verður altso í morgin klokkan 18.30 danska tíð ? altso 17.30 føroyska tíð, at dysturin verður spældur.
Hetta er feriutíð og tað sæst eisini aftur á liðnum, tí fleiri leikarar eru noyddir at geva avboð til spennandi dystin ? eitt nú tí teir arbeiða heima í Føroyum. Men við góðari hjálp frá stuðlum og øðrum góðum fólki, hevur tað eydnast at lokka nakrar leikarar til Danmarkar, soleiðis at stórdysturin í móti AB kann spælast við rímiliga góðari manning, siga tey úr føroyska útisetafelagnum í Keypmannahavn.
Dysturin verður spældur á Gladsaxe Stadion klokkan 18.30 danska tíð.