Stýrið fyri Atlantis sigur seg frá

-Vit fáa ikki rikið Altantis víðari, nú Klaksvíkar kommuna hevur skert rakstrarstuðulin við 100.000 krónum, sigur Nicolina Olsen, sum hevur verið forkvinna í Atlantis-stýrinum Klaksvíkar kommuna hevur júst minkað um rakstrarstuðulin til Atlantis, og tað hevur nú við sær, at stýrið fyri Atlantis leggur frá sær.

Nikolina Olsen, sum hevur verið forkvinna í stýrinum seinastu átta árini, sigur, at tað ber ikki til at reka Atlantis víðari, nú Klaksvíkar kommuna hevur skorið rakstrarjáttanina við samanlagt 150.000 krónum í hesum árinum.

- Vit hava roynt at gjørt vart við, at vit kundu ikki spara meira pengar, men tað hevur ikki verið lurtað eftir okkum. Eftir hesa seinastu skerjingina eru vit komin til, at vit fáa ikki rikið húsið víðari, og tí leggja vit frá okkum, sigur Nikolina Olsen við Rás2.

- Vit ætla ikki at stongja Atlantis. Tann heiður kann Klaksvíkar kommuna sjálv fáa. Tí siga vit okkum frá nú, sigur Nikolina Olsen.

Klaksvíkar kommuna samtykt mikukvøldið at skerja rakstrarstuðulin til Atlantis við 100.000 krónur. Tað svarar til næstan ein triðing av rakstrinum eftir rentur og avdrøg.

- Eg skilji ikki, hvat meirilutin í Klaksvíkar kommunu hugsar um hendan býin. Hetta er forderdiligt, sigur Nikolina Olsen.