Kappróður
Fyrsti FM kappróðurin í ár er av. Luttøkan var góð. Í summum førum var kappingin tøtt, og harvið kendist tað soleiðis, at tað kanska fer at verða spennandi og tætt í FM kappingini. Í øðrum øðrum førum varð róðurin soleiðis, at tað longu nú bara tykist vera avgreiðsluspurningur, hvør fer at vinna FM.
At áhugin fyri at taka lut í barnaróðrinum vísir seg at vera so stórur, sum hann var tað á Norðoyastevnu, er sjálvsagt ógvuliga positivt. Seinnu árini hevur aftur og aftur verið tikið til, at kappróðurin hevur verið í aldudali. Kanska er hann tað framvegis, men áhugin millum tey yngstu kundi bent á, at tað er ljós fyri stavn!
Klaksvíkar Róðrarfelag hevur verið í aldudali. Luttøkan í ársins fyrsta FM róðri vísti, at klaksvíkingar eru um at koma fyri seg aftur. Umframt umborð á bátunum so høvdu tey har norðuri spent seg út við at syrgja fyri góðum karmum kring róðurin.
Seinnu árini hava feløgini gingið nógv uppí, at fyrsta skotið í FM kappingini skal hava verið latið av klokkan trý – ella kanska nøkur sekund áðrenn klokkan trý!
Á Norðoyastevnu eydnaðist tað ikki at skjóta fyrsta FM startskotið fyrrenn klokkan var farin væl av trý.
Orsøkin var ikki tann, at fyrireikararnir dumpaðu.
Heldur vóru tað trupulleikarnir við at fáa barnaróðrarnar avgreiddar, sum vóru orsøkin. Róðrarsambandið hevur ábyrgdina av sjálvum róðrinum, og boðini frá startdómarunum til feløgini eru greið:
- Tað er alneyðugt, at tað verður lagdur størri dentur á at venja startin, segði Heðin Hansen, sum var annar av startdómarunum.
Á Norðoyastevnu hevur tað altíð verið eitt sindur torførari at leggja bátarnar, enn tað hevur verið, tá ið tað hevur verið ligið longri út á róðrarárið.
Sjálvandi fer tað eisini at verða soleiðis í ár. Men tá ið umboðini hjá RSF heita á feløgini um at venja startin og tað, sum byggir upp til startin, so eiga feløgini at taka áheitanina í størsta álvara.
Tá ið klokkan fer væl av trý, áðrenn fyrsta skotið í FM kappingini ljóðar, so kennist tað ikki so hugaligt. Tey, sum fylgja við í kappróðri, vita, at tað er neyðugt at brynja seg við toli, men tað skal valdast.
Veður og vindur mugu sær sjálvum ráða. Alt tað, sum tað stendur í menniskjahondum at syrgja fyri, eigur at verða avgreitt so væl, sum tað á nakran hátt ber til. Stóra luttøkan í barnaróðrinum boðar frá hugaligari gongd. At trupulleikar við at fáa barnaróðrarnar avgreiddar skal verða orsøk til, at samlaða róðrartíðin verður órímuliga long, kann fara at vísa seg at verða tvíeggjað svørð.
Tí eru hyggjuráðini hjá teimum, sum við at venja børnini vísa stóran áhuga, at tey læra tey at leggja til startboyurnar og harvið verða við til at laga tað soleiðis, at tað fer at ganga uppaftur lagaligari fyri seg, enn tað gjørdi á Norðoyastevnu.