Stúrir fyri handilskríggi ímillum Rúsuna og føroysku bryggjaríini

Nú verður ein seinasta roynd gjørd fyri at forða fyri, at bryggjaríini í Føroyum eisini sleppa at selja cider og sterkt øl í teirra egnu sølubúðum kring landið. Sum er, kunnu tey bara selja øl, upp til 5,8 prosent, tí alt annað hevur Rúsan einkarrætt til at selja.

 

Men nú hevur Løgtingið samtykt at bryggjaríini eisini skulu sleppa cider og sterkt øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, í teirra egnu sølubúðum. Tað er Magni Laksáfoss, sum hevur lagt uppskotið fram, og avtalan er, at samgongan skal atkvøða fyri tí, og aftur fyri skal Magni Laksáfoss atkvøða fyri fíggjarlógini. Hann hevur kortini eisini kravt, at skótadepilin á Selatrað, fær eina játtan á fíggjarlógini, og tað hevur samgongan eisini góðtikið.

 

Men Løgtingið skal samtykkja tað tvær ferðir, áðrenn tað fær gildi. Og nú, beint áðrenn Løgtingið skuldi atkvøða um tað aðru ferð, royndu nakrir tingmenn at forða fyri tí. Teir løgtingsmenninir eru Jenis av Rana, Magnus Rasmussen, Jógvan á Lakjuni, Kári P. Højgaard og Bill Justinussen, og teir mæla til at halda fast um tað, sum er galdandi higartil, altso at bryggjaríini bara skulu sleppa at selja øl upp til 5,8 prosent í styrki.

 

Bill Justinussen vísir á, at nú fara bryggjaríini sostatt í kapping við Rúsuna og tað fer at elva til eitt handilskríggj ímillum Rúsuna og bryggjaríini. Sostatt fer prísurin á øli at lækka, og tað fer at elva til, at nýtslan fer at veksa.    

Hann heldur eisini, at hetta er ein glíðibreyt, har grundarlagið so líðandi verður máað undan Rúsuni.

 

Teir, sum seta uppskotið fram, staðfesta samstundis, at tað er ímóti øllum fakligum tilmælum at gera tað lættari at fáa fatur á rúsdrekka. Løgtingslimir harmast um, at samgongan offrað tey, sum eru, og verða bundin at rúsdrekka, fyri at fáa undirtøku fyri fíggjarlógini. Víst er eisini á, at Føroyar er einasta Norðurland, har tað ber til at fara á eitt bryggjarí at keypa øl.