Stórir fyrimunir við samstarvi

- Samstarv millum føroysk lesandi uttanlands og fyritøkur í Føroyum hevur fyrimunir fyri báðar partar, og tí eigur meira at verða gjørt við at samstarva. Tað sigur 28 ára gamla Guðrun Winther, sum sjálv er Phd.-lesandi í Århus og fegin vil knýta sína verkætlan at eini føroyskari fyritøku. – Samstarv kann gerast ein avgerandi faktorur fyri, hvørt høgt útbúnir føroyingar koma aftur til Føroya ella ikki, tá útbúgvingin er liðug, sigur Guðrun Winther

Guðrun Winther er ein av teimum mongu føroyingunum, sum er undir útbúgving uttanlands. Síðani 2006 hava hon, unnustin og 11 ára gamli sonurin búð í Århus í Danmark, har hon í løtuni arbeiðir við eini Ph.d verkætlan. Evnið fyri verkætlanina er samspælið millum fiti og útvikling av tunglyndi og sukursjúku.

Tá stóra starvsstevnan Jobmatch var seinast í desember mánaði, var eisini Guðrun Winther millum tey mongu, sum luttók á stevnuni fyri at koma í samband við føroyskar fyritøkur og stovnar.

- Høvuðsorsøkin, til at eg ynski at samstarva við eina føroyska fyritøku ella stovn, er, at eg fegin vil flyta heim aftur til Føroya, tá eg eri liðug við útbúgvingina í 2016. Og tá haldi eg, at tað er ein stórur fyrimunur fyri meg, at eg longu tá havi eitt netverk, soleiðis at eg kann brúka mína útbúgving og førleikar, sigur Guðrun Winther.


Fyritøkurnar eru varnar

Verkætlanin hjá Guðrun Winther er mett at kosta 1,5 milliónir krónur. Sum Ph.d lesandi søkir tú um stuðul ymsastaðni til tína verkætlan, og higartil hevur Guðrun Winther fingið meginpartin av upphæddini fíggjaðan. Henni hevði dámt væl, at samstarva við eina føroyska fyritøku ella stovn, soleiðis at verkætlanin bleiv knýtt til Føroya

- Í slíkum førum er upplagt at fara á eina starvsstevnu sum Jobmatch, har lesandi og fyritøkur kunnu hittast og gera møguligar samstarvsavtalur, sigur Guðrun Winther.

Men tað er ikki heilt lætt at fáa føroyskar fyritøkur at stuðla slíkum granskingarverkætlanum.

- Fyrst og fremst er politiska játtanin til gransking ein ávís upphædd, sum ger, at ikki øll, sum granska, kunnu fáa stuðul, men eg ivist ikki í, at í fleiri førum mangla føroyskar fyritøkur og stovnar vitan um granskingararbeiði. Men tað er umráðandi, at tey lesandi duga at vísa fyritøkunum á, hvussu ein granskingarverkætlan kann vera til fyrimuns fyri ta einstøku fyritøkuna ella stovnin. Kenna tey fyrimunirnar, er lættari at fara í eitt samstarv, sigur Guðrun Winther, sum tó skilir, at føroyskar fyritøkur vísa eitt ávíst varsemi.



Samstarv gevur úrslit

At føroyskar fyritøkur og stovnar stundum aftra seg við at samstarva við føroysk lesandi í útlandinum, kann hava nakað at gera við, at tey hava ilt við at síggja, hvussu ein slík íløga kann verða teimum til fyrimuns.

- Skulu tey tíma at stuðla, skulu tey merkja, at tey fáa nakað burturúr og vilja síggja, at stuðulin og samstarvið hevur eina jaliga ávirkan. Og just teir fyrimunirnir, sum eru við samstarvi millum lesandi útisetar og føroyskar fyritøkur, eru kanska ikki nóg eyðsýndir, heldur Guðrun Winther fyri.

Hon heldur, at føroyskar fyritøkur og stovnar eiga at gera sær meira dælt av útisetunum, sum eru undir hægri útbúgving.

- Tað er ímeðan tey lesandi eru í gongd við útbúgvingina, at fyritøkur og stovnar kunnu fáa ágóðan av, at lesandi hava atgongd til nútímans útgerð, dáta og aðrar hentleikar, sum annars ikki eru tøk, sigur Guðrun Winther og heldur fram:

- Føroyingar við eini hægri útbúgving kunnu sum heild gagna landinum við so nógvum meira enn bara fakligu vitanini innan eitt avíst evnið, sigur Guðrun Winther og sipar til, at tú sum Ph.d lesandi lærir at leiða verkætlanir, skriva umsóknir, undirvísa, leiða fundir og so framvegis. Við øðrum orðum lærir tú teg í prosessini at brúka nøkur ávís amboð, sum kunnu nýtast í øðrum samanhangum enn bara í útbúgvingartíðini.


Gagnar vinnulívinum
Guðrun Winther ivast ikki í, at fleiri av teimum verkætlanunum, sum føroysk lesandi arbeiða við, kunnu verða føroyska vinnulívinum til fyrimuns.
Hennara egna verkætlan kann hava eina jaliga ávirkan eitt nú føroysku fiskivinnuna.

- Í verkætlanini, sum eg arbeiði við, kanni eg, hvønn týdning kosturin, sum ein kvinna etur, meðan hon er við barn, hevur fyri barnið og í sambandi við sjúkur, sum hetta barnið møguliga kann fáa sum vaksið. Úrslitini kunnu hjálpa okkum at gera leiðreglur fyri, hvat ein barnakona eigur at eta, og annars geva okkum vitan um, hvussu foreldur longu frá tí at barnið er í móðurlívi, kunnu ávirka við kosti, greiðir Guðrun Winther frá og heldur fram:

- Tað er serliga í sambandi við viðgerðarhættir, at úrslitini frá hesi verkætlanini kunnu beinleiðis ávirka føroyskt vinnulív, tí longu nú vita vit, at feittsýran omega3 spælir ein stóran leiklut. Tað vil siga fiskavørur sum laksur og makrelur kunnu gerast rættiliga týdningarmikil, og har er tað, at føroyska fiskivinnan kann fáa ein ágóða. Mann kundi til dømis útvunnið feittið frá laksi og brúkt tað í viðgerðini. Harafturat kann hugsast, at fólk gerast meira tilvitað um týdningin av at eta hesa feittsýruna, og sostatt økist eftirspurningurin av laksi, greiðir Guðrun Winther frá.

Enn hevur hon ikki gjørt nakra endaliga samstarvsavtalu við nakran føroyskan stovn ella fyritøku, men hon dylir ikki fyri, at tað hevði verið stuttligt at knýtt Føroyar at verkætlanini.

- Eg og familjan vilja fegin flyta heim aftur til Føroya, tá eg eri liðug við útbúgvingina. Men tað er týdningarmikið, at eg havi eitt netverk í Føroyum, soleiðis at eg kann brúka mína vitan og førleikar, tá eg komi heim aftur, sigur Guðrun Winther.















Um verkætlanina hjá Guðrun Winther:
”Samspælið millum feitan kost og íløgu aktiviteti (epigenetiskari programmering)”

Depressión, eisini kallað tunglyndi, er ein vaksandi fólkasjúka í okkara heimsparti, eins og øðrum heimspørtum við. WHO hevur met at tunglyndi verður tann størsta fólkasjúka í heiminum í 2030. Í dag eru umleið 200.000 danskarar, ið hava tunglyndi. Kanningar vísa at umleið 5% av fólkinum í Føroyum hava okkurt slag av tunglyndi.
Harumframt er fiti og sukursjúka, eisini nevnt Typa 2 diabetes (T2D), við sum ein av teimum størstu heimssjúkum. Orsøkin kann vera okkara “vesterniseraða liviháttur”, ið tykist vera heldur fysiskt inaktivur og við heldur høgari inntøka av kalorium og feitti.
Umráðandi er, at stórar kanningar vísa, at tunglyndi og T2D ganga hond í hond (Co-morbid). Tad eru yvirlappandi ástøði um árin, ið elva til tunglyndi, verandi hugsanarstøðan (hypotesan) um heila neurotransmittara dysfunktión (e.g. serotonin, noradrenalin og glutamat), um neuroplasticitet, stongd, hormon ávirkan, immunverjan, ávirkanin av áhaldandi inflammatión, og at sjúkan kann byrja menning sína í móðurlívi.
Við verkætlanini vil Guðrun Winther vísa á, at feitur kostur í móðurlívi kann elva til eina byrjan á hesar nevndu sjúkur og at við øðrum sunnum feitti kannar hon, um tað kann fyribyrgjast. Guðrun nýtir omega-n3 feittsýru, ið er at finna í laksi og øðrum pelagiskum fiski.
- Tað er mín sannføring, at henda Ph.d. verkætlan hevur stóran almennan týdning og ikki minni - eisini føroyskan seráhuga vegna stóra laksa- silda og makrelumhvørvið í Føroyum, sum vitiligt hevur stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar, sigur Guðrun Winther.