Heini í Skorini
Í bólki A var oddaliðið HB og vitjaði botnliðið í bólkinum, Sumba. Áðrenn dystin var líkt til, at hetta fór at vera ein lættur sigur til HB, men tá avtornaði var munurin bert eitt mál. Fyri HB skeyt Eyðfríð Christiansen bæði málini, og eftir øllum at døma tykist hon vera ein sera týðandi leikari hjá HB í ár. Málið hjá sumbingum skeyt Rebekka Lisberg, og hóast munurin sum sagt ikki gjørdist serliga stórur, fór HB enn einaferð avstað við øllum stigunum, og hevur nú fult stigatal fyri teir fimm dystirnar, ið tær hava leikt.
Úti á Argjum tók AB ímóti VB, og hesin dysturin endaði 8-1 til VB. Stóri málskjúttin í føroyskum kvinnufótbólti, Halltóra Joensen, var stutt sagt ikki til at steðga, og hon skeyt ikki minni enn fimm av teimum átta málunum, sum vágbingarnir megnaðu at hála í land. Hini trý fekk ein annar sera týðandi leikari hjá VB, Guðrið Mortensen. Málið hjá AB gjørdi Elin Kathrina Haraldsen, og sostatt geva vágbingarnir havnarkvinnunum harða mótstøðu um fyrsta plássið í bólki A.
Dysturin millum GÍ og Skála skuldi upprunaliga spælast í Gøtu, men tá stevna var, varð dysturin fluttur inn á Skála. Dysturin endaði heldur óvænta við, at Skála vann 2-0. Fyrra málið hjá Skála skeyt Elin Jacobsen, meðan vit tíverri ikki fingu fatur á, hvør skoraði tað seinna. Skála er nú komið upp á triðja pláss í bólki A, og liggja nú væl fyri at koma víðari til endaspælið.
Seinastu ferð at kvinnufótbólturin varð umrøddur í blaðnum varð nevnt, at tað verður ein rein sensatión, um HB, VB og GÍ ikki koma víðari. Men nú er myndin vorðin heilt øðrvísi, og Skála hevur góðan møguleika at koma til ?hitt lovaða landið?, har seks tey bestu liðini fara at kappast um føroyameistaraheitið.
B36 fekk endurreisn
Eftir at B36 í bólki B fekk ein dyggan frammaná í Klaksvík seinasta vikuskiftið, fingu tær endurreisn hetta vikuskiftið og vunnu ikki minni enn 8-0 á NSÍ. Rakul N. Joensen gjørdi hat-trick, meðan Maibritt Joensen, Súsanna Hansen, Alice Abrahamsen, Arnbjørg Danielsen og Elsebeth Jónsson allar fingu hvør sítt.
Alt bendir á, at KÍ kvinnurnar vera ringar at syfta í ár. Tær hava spælt sera væl higartil, og tær hava, eins og HB í bólki A, fingið fulla úrtøku burtur úr teimum fýra dystunum tær hava leikt. Í vikuskiftinum vóru tær á Eiði og leiktu móti EB/Streymi, og hesaferð vunnu tær 7-0. Rannvá Andreassen vísti enn einaferð sína styrki sum áleypari og skeyt fýra mál, meðan Malena Josephsen fekk tvey og Vivann Bjartalíð eitt.
(Í dystinum millum Skála og Sumba næstseinasta vikuskiftið, sum Skála vann 3-2, eydnaðist okkum ikki at fáa at vita, hvør skeyt málini hjá Skála. Vit kunnu hervið siga, at systrarnar Anna og Poula Olsen gjørdu ávikavist tvey og eitt mál.)
Bólkur A
Sumba-HB 1-2
Sumba: Rebekka Lisberg 1.
HB: Eyðfríð Christiansen 2.
AB-VB 1-8
AB: Elin Kathrina Haraldsen 1.
VB: Halltóra Joensen 5, Guðrið Mortensen 3.
Skála-GÍ 2-0
Skála: Elin Jacobsen 1, fingu ikki at vita, hvør skeyt seinna.
Bólkur B
B36-NSÍ 8-0
B36: Rakul N. Joensen 3, Arnbjørg Danielsen 1, Súsanna Hansen 1, Alice Abrahamsen 1, Maibritt Joensen 1, Elsebeth Jónsson 1.
EB/Streymur-KÍ 0-7
KÍ: Rannvá Andreassen 4, Malena Josephsen 2, Viviann Bjartalíð 1.