Tey seinastu betongelementini til Varðan Pelagic á Tvøroyri komu til landið stutt fyri jól. Tvey farmaskip vóru á Tvøroyri við 14 døgum ímillum, harav seinna skipið var beint fyri jól.
Thormann Vang hjá Sp/f MTV-Byggivirki, sum bygdi virkið í 2012 og sum nú stendur fyri at byggja virkisbygningin upp aftur, sigur, at einir 25-30 mans í løtuni arbeiða úti á havnalagnum á Tvøroyri.
- Tey størstu betongelementini eru tey til gólvini í tí partinum av bygninginum, sum verður í trimum hæddum. Hesi elementini eru upp í 13 metrar long og 1,20 metrar breið.
Hann sigur, at onnur elementir eru fýra metrar breið. Talan er bæði um gólv-og síðuelementir, sum teir fara at seta upp í hesum mánaðinum.
- Um alt gongur væl, kann roknast við, at bygningurin stendur innilokaður um mánaðarskiftið, januar/ februar, sigur Thormann Vang.
- Takið er ikki lagt á enn, tí gólvelementini skulu lyftast og lorast niður tann vegin. Tískil verður takið lagt á samstundis, sum elementini koma upp á pláss.
Hann væntar, at elementir og tak verða komin upp á pláss samstundis.
Tað, sum stóð eftir av Varðanum Pelagic, tá herviligi eldurin varð sløktur á Tvøroyri, var frystihúsið og skrivstovubygningurin. Surimivirkið brendi ikki, men bygningurin hevði fingið skaða og varð rivin niður.
Tá uppsjóvarvirkið upprunaliga varð bygt og kundi fara undir framleiðslu hin 2. juli í 2012, varð sagt, at sjálv byggitíðin hevði tikið 14 vikur.
Thormann Vang sigur, at virkið, sum nú verður bygt upp aftur, er umleið 150 metrar langt, og breiddin liggur um 50 metrar.
- Hetta gevur umleið 7.500 fermetrar tilsamans. Meginparturin verður bygt í einari hædd, men í miðjuni, har eitt nú matstova, skiftirúm, wc’ir og annað skal verða, verður bygningurin í trimum hæddum, sigur hann.