Størri og betri Fjarðafestivalur

- Teir undanfarnu festivalarnir hava verið góðir, men hesin verður tann besti, sigur ein av stigtakarunum til ársins Fjarðafestival, Eyðun Jacobsen

Í Skálafirði: Seinastu tvey árini hava tey gospelhugaðu havt ein serstakan møguleika at lurta eftir hesum slagnum av tónleiki.

Tað byrjaði í 2006 og varð endurtikið í august mánaði í fjør, tá Fjarðafestivalurin bjóðaði til konsertir við fleiri kendum nøvnum, bæði úr Føroyum og øðrum londum.

Í ár hava fyrireikararnir aftur fingið nógv ótrúliga spennandi nøvn til festivalin, millum annað tann heimskenda Steven Curtis Chapman.

Hesi nøvnini tilsamans eru so góð, at Eyðun Jacobsen himprast ikki við at umrøða Fjarðafestivalin 2008 soleiðis:

- Hetta verður størsta kristna tiltakið nakrantíð á føroyskari jørð!

Festivalurin verður hildin í døgunum 29. til 31. august í samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði.

Sølan av atgongumerkjum byrjar um eina góða viku. Í fjør vóru 2800 fólk til tiltakið, men í ár er ætlanin at avmarka talið av atgongumerkjum nakað.


Til øll

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein fær høvið at hoyra kristnan tónleik á so høgum støði.

Fyri Eyðun og hinar fyrireikararnar er tað tí umráðandi at teir á hvørjum ári gera sítt til, at nøvnini gerast kendari og kendari.

Í so máta er árið í ár einki undantak: Nøvn sum Steven Curtis Chapman, The Isaacs, Lynda Randle, Woody Wright og Superhero eru slík sum eiga og skulu borga fyri góðsku.

- Hesir bólkarnir umboða ymiskar stílir og venda sær til ymiskar aldursbólkar. Tí kunnu vit siga, at Fjarðafestivalurin er fyri øll, staðfestir Eyðun Jacobsen.

Hetta verða tey útlendsku nøvnini. Enn eru eingi føroysk nøvn kunngjørd, men verða tað seinni.


Risiko

Tað var 1. apríl í ár at Portalurin kundi boða frá, at Steven Curtis Chapman kom til Føroyar.

Dagin eftir kundi ein á sama staði lesa, at The Isaacs eisini koma á ársins Fjarðafestival. Síðani er eitt navn fyri og annað komið á skránna hetta vikuskiftið í Skálafirði.

Flestu av bólkunum koma allan tann langa vegin úr USA, og tí er ikki heilt kostnaðarleyst at fáa teir higar.

- Skal eg vera heilt erligur, so taka vit eina fíggjarliga risiko við at skipa fyri einum slíkum festivali.

- Hinvegin, - við so góðum nøvnum, skuldi borið til at fingið eitt gott úrslit. Vit hava í øllum førum merkt, at fólk eru sera glað um at vit hava fingið so kend nøvn á festivalin, sigur Eyðun Jacobsen.





Kend nøvn

Til ársins Fjarðafestival hevur eydnast fyrireikarunum at fáa hendur á góðum og kendum nøvnum úr útheimi.

Steven Curtis Chapman, sum uttan iva er størsta kristna navnið innan kristnan tónleik

The Isaacs sum spælir bluegras-tónleik í heimsklassa

Lynda Randle sum áður hevur havt konsertir í Føroyum

Woody Wright sum hevur skrivað nógvar sangir til Gaither-bólkin og sum er ein country-sangari í serflokki

Superhero úr Skotlandi, sum spæla rokktónleik eins og U2.

Umframt hetta fara fleiri føroyskir bólkar at luttaka. Teir eru ikki almannakunngjørdir enn.