Størri skúlar til størri næmingar!

Kanning við 8. og 9. floks næmingum vísir, at næmingarnir í størru skúlunum eru nøgdari við skúlaviðurskiftini enn næmingarnir í smærru skúlunum

Flestu næmingar halda tað gongur væl í skúlanum, og teimum dámar væl at læra. Eisini halda tey at undirvísingin í skúlanum er góð. Tað sum tey ikki eru heilt sannførd um er, um tað er stuttligt at ganga í skúla. Rættiliga avgjørd eru tey tá tey verða spurd um skúlating eru spenn­andi – tað eru tey ikki!
Hetta eru úrslit úr kanning, har allir næmingarnir í 8. og 9. flokki í før­oyska fólkaskúlanum vórðu spurdir útvið 200 spurningar um undir­vísingar­hættir, hugburð til og nøgd­semi við skúlagongdina. Sum heild eru næm­ingarnir væl nøgdir, og taka skúlan í álvara.

Siðbundin undirvísing
Kanningin vísir, at næmingar í 8. og 9. flokki í stóran mun halda, at týdningar­mestu fakini eru tey, sum tey hava havt flestu tímar í. Náttúruvísindalig fak, so sum støddfrøði, lívfrøði, landafrøði og alis-/evnafrøði, verða tó mett at vera týdningarmiklari enn skapandi læru­greinar, so sum myndlist, leiklist, hand­arbeiði og smíð.
Sostatt leggja næmingarnir størst áherðslu á tey fak, sum tey kenna best, og tey fak, sum eru partur av PISA-kanningini og í landsroyndunum. Hava tey ikki valt onkra skapandi lærugrein, kenna tey hana helst illa, tí kravdu tímar­nir í skapandi lærugreinunum eru fáir. Haraftrat siga allarflestu næm­ingar­nir, at mennandi spøl, drama, sangur og rørsluspøl koma sera sjáldan ella ongantíð fyri í vanligu undir­vísing­ini í teirra skúla. Ístaðin er mest vanligi undirvísingarhátturin talvuundirvísing, umframt arbeiði við uppgávubókum og lærubókum.
Viðgerðin av svarunum vísir, at tað er samband millum tað at dáma at læra, og at halda at tað er stuttligt at ganga í skúla. Hetta samband var væntað, men tað sum kanska er eitt sindur óvæntað er, at tað er so stórur munur á svar­unum frá næmingunum sum ganga á størri skúlum, t.v.s. við fleiri enn 350 næm­ing­um, og so teimum smærru skúl­unum.

Stórir skúlar ofta – men ikki altíð – best
At størru næmingarnir trívast betri í størru skúlunum er ikki eitt serføroyskt fyri­brigdi, og aðrastaðni hava tey funn­ið fram til, at frágreiðingin til henda mun er ikki, at lærararnir á smærru skúl­unum ikki duga líka væl sum lær­arar­nir á størru skúlunum, men at teir eru færri. Tí er størri møguleiki fyri at fleiri teirra undirvísa í evnum og fak­um, sum teir ikki eru útbúnir í ella hava serligan áhuga fyri, og hesin vantandi áhugi kann ávirka hugburðin hjá børn­unum. Í størru skúlunum er talið av lærarum størri, og tí ber betur til at leggja tímarnar soleiðis til rættis, at tey í størri mun undirvísa í tí sum tey duga best, og hava størst áhuga fyri. Eisini hava tey funnið aðrastaðni, at lærarar­nir støðast verri á smáu skúlunum, sum har­við hava ein størri part av óroyndum lærarum. Um hetta eisini er støðan í Føroyum er ikki kannað.
Tað er tó ikki altíð at stóru skúlarnir eru betri. Handaligu fakini tykjast verða mett bæði týdningarmeiri og stutt­ligari á smærru skúlunum, og samstundis eru næmingarnir nøgdari við ser­stov­urnar á smærru skúlunum. Hetta er eisini í góðum samsvari við tað, sum Anne Bamford legði fram á evnis­degi í Norður­landahúsinum í januar, har hon legði dent á, at handa­ligu og skapandi fakini høvdu tað betri í smærru skúlunum, og at hesir skúlarnir eis­ini dugdu nógv betri at brúka krea­tivar loysnir fyri at fáa tað at bera til at hava fleiri skapandi lærugreinar í senn, hóast sera trongar umstøður.
Gjørt skal verða vart við, at talan er um hagtøl, og tí ber ikki einvíst til at siga, at allir smáir skúlar eru verri enn størru skúlarnir. Tvørturímóti, so eru eis­ini onkrir smáir skúlar sum hava næm­ingar sum dáma sera væl.

Allir føroyskir skúlar eru smáir
Skúlastødd er eitt nógv umrøtt evni, og trupult er at finna einvísar niðurstøður um, hvat er hóskandi stødd.
Kanningar aðrastaðni vísa, at ser­liga yngru flokkarnir hava gagn av at ganga í smáum skúlum, meðan tað er ein fyri­munur hjá eldri næmingum at ganga í eitt sindur størri eindum. Hetta er serliga fyri at kunna røkka øllum teimum valmøguleikum, sum námsætlanin gevur – í smærru skúlunum er ikki sama útboð av valfakum.
Gjørdar eru nógvar kanningar um hóskandi skúlastødd, bæði í mun til læru­úrtøku og í mun til hvat fæst burtur­úr fyri pengarnar. Niðurstøðan er, at sum heild eru smærri skúlar betri, men »smærri« nýtist ikki at merkja »heilt smáir«. Skúlar við smáu børnunum skulu tó helst ikki vera størri enn 300-500 næmingar og í framhaldsdeild einir 600-1000 næmingar .
Um møguleiki skal vera at bjóða út hóskandi tal av valfakum, so er ein skúlaeind við umleið 500-600 næming­um hóskandi.
Einans Eysturskúlin hevur fleiri enn 500 næmingar, og stóra næmingatalið kemur av, at allir 10. floks næmingar í Tórs­havnar kommunu eru savnaðir har. NámX bjóðar út nógvar breytir um­framt vanligu valfakini til 10. flokk.

Fleiri valfak á størri skúlum
Eisini í Føroyum hava smærru skúlarnir færri valfak á tímatalvuni enn teir størru skúlarnir. Í miðal hava skúlar við færri enn 275 næmingum 4 valfak, með­an skúlar við 275-400 næmingar hava góð 5 valfak, og skúlar við fleiri enn 400 næmingum hava í miðal 6 val­fak. Sostatt samsvarar hetta væl við útsøgn­ina um at støddin á skúlanum avger hvussu nógv valfak koma á tíma­talv­una.
Tað sær tó ikki út sum um tað er talið av valfakum í sjálvum sær, sum er altavgerandi fyri, hvussu væl næming­ar­nir halda tað gongur, ella hvussu væl teimum dámar at ganga í skúla. Heldur er tað eitt samspæl millum nógvar ymsar tættir.
Hetta hevur ein granskingarhópur á Námsvísindadeildini sett sær fyri at kanna. Higartil eru næmingarnir í 8. og 9. flokki spurdir, og komandi vikurnar fara for­eldrini og lærararnir at fáa spurna­bløð.

- - -

Topp-5 listi
? Enskt 93,2%
? Støddfrøði 92,9%
? Føroyskt 84,4%
? Alis-evnafrøði 74,6%
? Lívfrøði 72,4%

Top-5 listi yvir hvussu nógv prosent av næmingunum halda ymsu fakini hava týdning. Av talvuni sæst, at teir allar flestu næmingarnir halda at enskt og støddfrøði hava stóran týdning, og føroyskt sleppur eisini uppí part. Føroyskt og støddfrøði eru tær lærugreinar, sum hava flest tímar í fólkaskúlanum, harnæst koma danskt og enskt

Botn-5 listi
? Leiklist 13,8%
? Myndlist 16,7%
? Fiskivinna 19,6%
? Handarbeiði 20,4%
? Tónleikur 24,3%

Botn-5 listi yvir hvussu nógv prosent av næmingunum halda ymsu fakini hava týdning. Av talvuni sæst, at næmingarnir í 8. og 9. flokki síggja ikki týdningin av hvørki kreativu lærugreinunum ella fiskivinnu