Hondbóltur
Hjá hoyvíkingum er ikki so nógv eftir at spæla fyri í ár, burtursæð frá æruni sjálvandi. H71 liggur aftast, men einki lið í 1. deild flytur niður, so tað noyðast teir ikki at hugsa um. Heiðursmerkini verða óivað býtt millum trý av teimum fýra liðunum, Kyndil, Neistin, StÍF og VÍF, og tí er lætt at ímynda sær, at tá ið steypafinalan fór aftur um bak, var motivatiónin hjá H71 fyri kappingarárið farin. Hinvegin hava strandingar enn alt at spæla fyri, og hóast teir hava fýra stig upp til oddaliðið Kyndil, er alt enn møguligt. Millum annað er ein dystur eftir inni á Skála, har júst Kyndil kemur á vitjan.
Hoyvíkingar fylgdu við eina løtu
Dystirnir millum hesi bæði liðini plaga annars ikki at verða av teimum málríkastu, tí í grundspælinum vann StÍF 23-21 í Hoyvíki, meðan dysturin á Skála endaði við einum sannførandi 23-13 sigri til StÍF.
Í dystinum í Hoyvíkshøllini leygardagin megnaði H71 bert at fylgja við eina løtu. Longu tá ið eitt korter var leikt, høvdu strandingar lagt seg á odda við á leið fimm málum, og teir fáu áskoðararnir høvdu ilt við at síggja hoyvíkingar koma inn aftur í dystin. Strandingar høvdu alt ov lætt við at fáa mál, men hinvegin so var verjan strandingum eisini í gávuhýri í fyrra hálvleiki. StÍF megnaði tó at tetta lekan í verjuni eftir steðgin, og so øktist munurin bara millum liðini.
Her í blaðnum hava vit ofta nevnt, hvussu stóran týdning liðskiparin hjá hoyvíkingum, Halgir Dahl-Olesen, hevur fyri liðið hjá H71. Hevur hann ein góðan dag, er einki ómøguligt hjá hoyvíkingum, men hevur Halgir ein ringan dag, er lítið veiggj í H71. Dysturin leygardagin var ein av teimum dystunum, har lítið var um Halgir. Kanska var hann darvaður av sjúku ella skaða, tí hann var langt frá sínum vanliga støði. Halgir er annars ein av teimum spælarum, ið hevur eitt rættuliga høgt botnstøði. Tað vil siga, at tað er ógvuliga sjáldan, at han spælir illa. Heldur spælir hann væl ella sera væl.
Eftir at strandingar høvdu lagt seg á odda 15-9 um miðjan fyrra hálvleik, gekk tað rímuliga javnt á, og hóast hoyvíkingar viðhvørt komu nakað nærri, so svaraðu strandingar aftur beinan vegin. Tá ið farið var til hálvleiks, høvdu gestirnir innan av Skálafjørðinum eina trygga leiðslu upp á fimm mál, 21-16. Hoyvíkingar høvdu møguleikan at verið eitt sindur nærri strandingum, men tá krevur tað at man skorar upp á síni brotskøst. Av teimum seks brotskøstunum, sum H71 fekk fyri hálvleik, fingu teir bert mál upp á tey trý.
Munurin bara vaks
Hóast hoyvíkingar gjørdu eitt lítið sprell í byrjanuni av seinna hálvleiki og vóru eina løtu bert trý mál aftan fyri StÍF, so var tó ongantíð nakar vandi á ferð hjá strandingum. Teir vóru skjótir at svara aftur, og tá ið komið var til miðjan seinna hálvleik, høvdu teir lagt seg á odda við okkurt um tíggju málum, og so var næstan bara at bíða eftir klokkuni.
Leikararnir hjá báðum liðum tóktust hava sligið seg til tols við støðuna, sum hon var, og tí hendi ikki so nógv afturat í dystinum. Strandingar vóru tó stinnari til at fáa bóltin í málið, og tá ið teir 60 minuttirnir vóru leiktir, høvdu teir sent bóltin í H71-málið ikki færri enn 40 ferðir, meðan hoyvíkingar 27 ferðir høvdu sent bóltin í málið hjá strandingum! Altso ein trivaligur sigur til StÍF upp á 13 mál.
Stóri spælarin hjá føroyameistarunum av Strondum leygardagin, var ungi Leivur Justinussen, ið skeyt ikki færri enn 11 mál í dystinum, harav tey trý við brotskasti. Men eisini málverjin Rasmus Magnusson hevði ein góðan dag, tí hann tók fýra av átta brotskøstum, ið H71 fekk tillutað. Somuleiðis er vert at nevna landsliðsleikaran Bent Djurhuus, ið skoraði átta ferðir leygardagin.
Hjá hoyvíkingum sást, sum áðurnevnt, ikki so nógv til Halgir Dahl-Olesen, og heldur ikki var venjarin Henrik Gerster serliga sjónligur. Størsti málslúkarin hjá H71 leygardagin var vongurin Heini Bentsen, ið skeyt átta mál, meðan veteranurin Olaf Vestergaard, ið vanliga ikki er tann stori málskjúttin, skeyt heili seks mál.
Dysturin í tølum
H71-StÍF 27-40 (16-21)
H71: Heini Bentsen 8(1), Olaf Vestergaard 6(2), Halgir Dahl-Olesen 4, Niels V. Niclasen 4, Henrik Gerster 3(1), Eyðun Jensen 1, Johnny Durhuus 1
StÍF: Leivur Justinussen 11(3), Bent Djurhuus 8, Borgar Danielsen 5, Sverri Justinussen 5, Jón Rasmussen 3, Alexandur Johansen 2, Mihai Marinescu 2, Pauli Hansen 2, Andre F. Danielsen 2
Brotskøst: H71 8(4), StÍF 3(3)
Útvísingar: H71 1, StÍF 2
Dómarar: Geir Wardum og Gunnar Gregoriussen