Stórsigur á veg vestur í Vágar

Triði dysturin í dagsins umfari í næstbestu fótbóltsdeildini er liðugur fyri løtu síðani.

07 Vestur hevur vitjað á Svangaskarði, og ferðalagið úr Vágum hevur tungt viðføri, nú tey eru á veg vestur aftur. 07 Vestur hevur í dag vunnið 5-0 á B68. Tá ið suðuroyarliðini tilsaman bara fingu eitt stig norðanfyri ber tað við sær, at 07 Vestur rættuliga hevur styrkt um sína støðu.

Einki bendi í 1. hálvleiki á, at gestirnir skuldu vinna stórt. Tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, var støðan framvegis málleysur javnleikur. 07 Vestur hevði yvirvág í 1. hálvleiki, men vágamenn vóru ikki neyvir í skotroyndunum, og Alberg Gaardlykke var stinnur í B68 málinum.

Stutt eftir steðgin setti innskifti Kim Poulsen hol á, og so gekk skjótt. Hálvskaddi Kim Poulsen økti til 2-0, áðrenn hann noyddist av vøllinum aftur.

Andrzej Stretowicz við tveimum málum økti til 4-0. Felags fyri øll hesi málini var, at uppspælið var í vinstru, og at 07 Vestur liðformaðurin Tór-Ingar Akselsen og Jovan Panic áttu sín stóra lut í uppspælinum.

Miðvallarin Sjúrður Ellefsen staðfesti stórsigurin.