Tað er eitt vælkent fyribrigdi millum ung fólk í Føroyum og kring allan heim. Tey taka teldu í hendi og savnast í felagshølum, har teldurnar verða settar saman við káplum. Síðani verða ymisk spøl sett í gongd, til dømis skjótispøl, har luttakararnir kappast ímóti hvørjum øðrum í liðum ella sum einstaklingar. Felagsheitið fyri hesar samkomurnar er LAN-party.
Um vikuskiftið var tað Føroya Tele, sum við sínum stóru hølum var karmur um eitt LAN-party. Teldurnar vórðu settar upp í kantinuni í høvuðssætinum hjá felagnum. Heili 95 fólk høvdu teknað seg til Net-Upp, og komu tey øll við egnari teldu til LAN-ballið. Nú skuldi spælast, og tað væl og leingi. Kappingin byrjaði fríggjadagin klokkan 19, og seinasta teldan varð ikki sløkt fyrrenn sunnukvøldið klokkan 21.
Strategi- og skjótispøl
Tað var Bergur Strøm frá Føroya Tele, sum var stigtakari til tiltakið, sum var tað størsta av sínum slag í Føroyum higartil.
-Tiltakið gekk ógvuliga væl. Hóast við høvdu nakrar byrjunartrupulleikar við netverkinum fríggjakvøldið, so vóru fólk sera fegin um kappingina, sigur Bergur Strøm.
Kappast varð í fýra ymiskum telduspølum: Starcraft, sum er eitt strategispæl, og í skjótispølunum Call of Duty, Counter Strike, og Unreal Tournament 2004.
Bergur Strøm sigur, at meirilutin av luttakarunum var um 16 ára aldur, men at tað vóru alt frá 10 til 27 ára gamlar eldhugaðar teldusálir.
Nokk av mati og drekka
Bergur Strøm var ikki einsamallur maður á Føroya Tele-borgini, tá fólk fóru at kappast í ymsu spølunum. Ein skúlaflokkur hjálpti til við at selja mat og okkurt drekkandi, meðan avtala varð fingin í lag við Pizza 67 um at fáa mat sendandi niðan í kantinuna annan hvønn tíma.
Bergur Strøm vónar, at høvið verður at skipa fyri líknandi tiltaki í framtíðini.
-Tað veldst um, hvat leiðslan sigur. Um eg fái loyvi, so geri eg tað aftur, sigur Bergur Strøm um størsta føroyska teldutiltak av tínum slag.
--
Myndatekstur: Umleið 95 fólk vóru til Net-Upp-kappingina um vikuskiftið, og tey høvdu øll egna teldu við. Spælt varð frá fríggjadegnum klokkan 19 til sunnukvøldið klokkan 21