Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Ólavsfirði
Tað er eingin loyna, at ÍBV av Vestmannaoyggjunum er favorittur at vinna íslendsku steypafinaluna, sum verður spæld á Laugardalsvøllinum í Reykjavík klokkan 16.00 føroyska tíð.
Leiftur-venjarin Páll Guðlaugsson er eisini greiður yvir hetta.
- ÍBV er í løtuni á odda í landskappingini, og hetta er triðja árið á rað, at teir eru í steypafinaluni, sigur Páll.
- Men tað ger eisini, at mesta trýstið liggur á teimum, sigur fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, sum kennir sítt mótstøðulið í morgin sera væl. Páll er sjálvur ættaður av Vestmannaoyggjunum, og tað var í ÍBV, at hann í sínum ungu døgum vaks upp og fekk sín grundleggjandi lærdóm sum fótbóltsspælari.
Men í morgin heldur hann sjálvandi við Leiftur.
Ikki bangin
fyri toppskjútta
Vandamiklasti maðurin hjá ÍBV er Steingrímur Jóannesson. Hann er áleypari og hevur higartil í ár skotið 16 mál í úrvalsdeildini. Metið er 19 mál, og í Íslandi verður roknað við, at hann fer at taka hetta metið. Jens Martin Knudsen hevur eisini spælt móti hesum Steingrími Jóannesson, og hann hevur sína hugsan um íslendska toppskjúttan:
- Eg dugi illa at skilja, hvussu hann hevur fingið so nógv mál. Tá vit spældu móti teimum her á heimavølli, sást hann næstan ikki á vøllinum, sigur Jens Martin.
Men Leiftur-verjan man ivaleyst fara at ansa væl eftir hesum vandamikla manninum, og Jens Martin roknar eisini við einum jøvnum og spennandi dysti í morgin.
- Tað verður allarhelst ein javnur dystur millum tvey jøvn lið. Vit fara ivaleyst at royna at lokka teir fram, og so royna vit at fáa okkurt burtur úr okkara kontraálopum, sigur føroyski landsliðsmálverjin, ið sum vera man er spentur til dystin, men ikki ovurspentur.
Tað sama heldur Uni Arge, sum heldur ikki hevur havt svøvnleysar nætur hesa vikuna. Báðir hava royndir frá landsliðnum og hava verið við í fleiri føroyskum steypafinalum, og tí er ein íslendsk steypafinala við eini 5.000 áskoðarum á tjóðarleikvøllinum hjá íslendingum ikki heilt so ræðandi, sum ein annars kundi trúð.
Jens Martin og
Uni sjálvskrivaðir
Páll Guðlaugsson kann stilla upp við nærum sterkasta liðið, hann eigur. Men verjuspælarin Julius Tryggvason er skaddur og verður neyvan við. Hann er vanliga liðskipari, so tað er sjálvandi ein smeitur fyri Leiftur. Páll hevði annars longu sett liðið hóskvøldið, og bæði Jens Martin og Uni eru sjálvskrivaðir millum teir ellivu, sum byrja inni. Jens Martin verður mettur millum tríggjar teir bestu málmenninir í Íslandi í løtuni, og sjálvur sigur hann, at hann ongantíð hevur verið so væl fyri sum júst nú. Og Uni er millum málsóknastu spælarar í landinum í løtuni og er sterkasta álopsvápnið hjá Leiftursmonnum.
Leiftur vandi hóskvøldið, og fyrrapartin fríggjadagin var aftur venjing, áðrenn liðið í dag fer til Reykjavíkar.
Vanliga tá Leiftur spælir í Reykjavík, fara teir avstað sama dag til Akureyrar og so víðari við flogfari til høvuðsstaðin, men hesaferð fara teir dagin fyri, so teir kunnu vera heilt úthvíldir til tann stóra dystin. Men tað eisini tað einasta frávikið frá tí vanliga, hóast dysturin í morgin verður tann týdningarmiklasti í søgu Leifturs.
Felagið spældi fyrstu ferð í bestu deildini í 1988, men flutti niður aftur nøkur fá ár seinni. Men seinnu árini hevur liðið bitið seg fast í úrvalsdeildini, og nú er tað so komið í steypafinaluna fyri fyrstu ferð.
700 av 1.100
fara til dystin
Og áhugin á Ólafsfirði er øgiligur. Tað búgva umleið 1.100 fólk í bygdini, og 700 av teimum ætla sær til Reykjavíkar at síggja dystin! Harumframt frættist um millum 400 og 500 ólafsfirðingar, ið búgva á Suðurlandinum, sum eisini fara til dystin.
Tað búgva eisini nógvir føroyingar í Íslandi, og borið er so í bandi, at føroyingafelagið í Reykjavík hevur sent bræv út til allar sínar limir, har teir verða bodnir vælkomnir til dystin. Og væntandi koma eisini heilt fitt av føroyingum við flúgvaranum úr Vágum í dag, so stuðulin til Leiftursmenn neyvan fer at standa aftanfyri tann, ið eitt lið úr Reykjavík, sum hevur 130.000 íbúgvar, hevði fingið.
Á Ólafsfirði verður eisini nógv gjørt burtur úr til tann stóra dystin. Fløgg og t-shirts eru gjørdar í sambandi við finaluna, og skipað verður fyri fleiri tiltøkum bæði í kvøld og í morgin. Klokkan 13.45 byrjar skrúðgonga við viðhaldsfólkum hjá bæði Leiftur og ÍBV, sum kemur til Laugardalsvøllin klokkan 14.00. Viðhaldsfólkini skulu vera í litunum hjá sínum liði, so karmurin um finaluna verður uttan iva stórsligin. Føroyingar halda ivaleyst við Leiftur, og tí loyva vit á blaðnum okkum eisini at siga: Leiftur framá!