Super Bowl er ein av stóru hendingunum í amerikanska samfelagnum – og størst ítróttarhending over there. Super Bowl er árliga finalan í amerikanskum fótbólti, og sunnukvøldið verður Super Bowl nummar 45 hildið. Finalan hesaferð verður á Cowboys Stadium í Arlington í Texas.
Hetta er eisini eitt rimmar veitslukvøld hjá amerikumonnum, og tað er bara á Thanksgiving, at amerikanarar eta meira kjøt enn til Super Bowl kvøldið, verður sagt.
Liðini í Super Bowl hesaferð eru Pittsburg Steelers, sum er í finaluni fyri áttandu ferð, og Green Bay Packers, sum skulu spæla sína fimtu finalu. Green Bay Packers eru annars mest vinnandi felagið í amerikanskum fótbólti. Teir hava vunnið Super Bowl tríggjar ferðir og vunnu kappingina nýggju ferðir, áðrenn Super Bowl byrjaði. Green Bay Packers eru eisini favorittar til at vinna Super Bowl hesaferð.
Setti met í USA
Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA. Sum sjónvarpsundirhald verður tað ikki tikið. Finalan í fjør gjørdist mest sædda sending í sjónvarpi nakrantíð. Frammanundan hevði seinasti partur av røðini M.A.S.H havt metið í nógv ár.
Tað er serliga í USA og har á leið, at áhugin fyri amerikanskum fótbólti og Super Bowl er ovurhonds stórur, og tað er eisini serliga tann áhugin, sum ger Super Bowl til eina tað mest sæddu ítróttarhendingina í sjónvarpi í heiminum.
Men Super Bowl hevur ikki eins nógvar hyggjarar kring heimin, sum finalan í Champions League fótbóltskappingini hjá UEFA hevur.
Tað verður nógv gjørt burtur úr undirhaldinum í hálvleikinum, og hesaferð skulu Black Eyed Peas framføra. Songkvinnan Christina Aguilera skal syngja tjóðsangin áðrenn finaluna.
Tíðarmunurin millum okkum og USA ger, at finalan verður til náttarsjónvarp, men tað ber til at fylgja bæði upphiting og sjálvum brakinum á rásini TV3+ sunnukvøldið frá klokkan 21.00.
Myndatekstur:
Green Bay Packers spæla ímóti Pittsburg Steelers í Super Bowl sunnukvøldið
Mynd: Polfoto