Tann fyrsta desember búðu 49.820 fólk í Føroyum.
Tað staðfestir Hagstovan í nýggjastu uppgerðini yvir fólkatalið.
Sostatt er fólkatalið vaksið 738 fólk hetta seinasta árið og tað er størsti fólkavøkstur hesi seinastu 15 árini.
Hagstovan sigur, at størsta orsøkin til fólkavøksturin, er, at tað flutti 444 fólk fleiri til Føroya hetta seinasta árið enn tað flutti úr Føroyum. Samstundis eru 294 fleiri børn fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð.
Hagstovan sigur, at serliga er tað fráflytingin, sum er nógv minkað, men tilflytingin er eisini vaksin eitt sindur.
– Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna eitt ár við so lítlari fráflyting, sigur Hagstovan. Og verður fráflytingin sett eftir fólkatalinum, skulu vit heilt aftur til 1970 fyri at finna so lítla fráflyting, leggur Hagstovan afturat.
Verður tilflytingin sett eftir fólkatalinum, hevur hon ongantíð verið so stór síðani 2003.
Hagstovan sigur, at heldur hendan gongdin fram, verður tað longu um hálvan annan mánað, at vit verða 50.000 fólk í Føroyum.