Leygarkvøldið 24. oktober skipar Mentanarvikan 2009 fyri dansi í ítróttarhøllini í Runavík. Flestu okkara kenna góðu, gomlu slagararnar hjá Eyðuni og Terja, sum hava fingið okkum at svinga, dansa og syngja við í meira enn 20 ár; og vit vita, at Jens Marni og Kim eisini borga fyri góðsku. Hesir fýra hava eisini fingið orkestur afturat sær til endabrestin av Mentanarvikuni.
Dansurin byrjar á midnátt og endar klokkan fýra á morgni, og atgongumerki fáast við dyrnar