Dansitiltak
Fuglafjarða Hornorkestur skal hava nýggj ljóðføri. Í hesum sambandi hevur orkestrið skipað fyri ymiskum tiltøkum, sum skulu vera við til at fíggja ljóðførini.
Tað er rættiliga kostnaðarmikið at gera eitt hornorkestur út ? alt eftir, hvussu nógvir tónleikararnir eru. Í Fuglafirði rokna tey við, at hornorkestrið skal hava nýggj ljóðføri fyri einar 250.000-300.000 krónur. Er hinvegin talan um eitt av teimum stóru hornorkestrunum, sigst, at ljóðførini kunnu kosta hálva milj. krónur, og tað er nógvur peningur.
Aftur í seksti-
og sjeytiárini
Seinastu árini hevur verið alt meira vanligt at leita uppaftur gomlu tónleikabólkarnar og fáa hesar at spæla til dans. Hetta eru vælumtókt tiltøk, sum savna nógv fólk og kunnu geva væl av peningi til teirra, sum skipa fyri.
Jónsvein Poulsen, sum er formaður fyri Fuglafjarða Hornorkestri, sigur, at teimum hevur eydnast at savna gomlu bólkarnar í Fuglafirði, Silly Boys og Absurdy Fair umframt bólkin, Atlas, at spæla til dans hesi bæði kvøldini, 25. og 26. oktober.
- Tað hevur verið trupult at savnað bólkarnar, tí einir tveir teirra, sum hava spælt við, er í Danmark. Nógvir ymiskir dagar hava tí verið á lofti, og ofta er tiltakið flutt. Tað hevur ikki ligið fyri hjá øllum í senn, og tá ið tað lá fyri, var Mentanarhúsið upptikið.
Nú er so endaliga avgjørt, at stóra dansitiltakið verður 25. og 26. oktober.
Jónsvein sigur, at somu bólkar fara at spæla bæði kvøldini, men møguliga verður raðfylgjan ymisk, nær bólkarnir spæla.
- Vit eru spentir til hetta stóra tiltak og vóna, at nógv fara at nýta høvi at koma til
Fuglafjarðar at dansa, sigur Jónsvein.
Eldri og yngri
Dansurin í Mentanarhúsinum er ætlaður bæði teimum eldru, tilkomnu og teimum yngru.
- Hetta verður í fyrsta lagi góður dansitónleikur frá seksti-og sjeytiárunum, og
flestum, bæði eldri og yngri, dámar henda tónleikin, sigur Jónsvein, sum sjálvur er við í bólkinum, Atlas.
Spurdur, hvaðani hesin bólkurin stavar, sigur Jónsvein, at hetta eru tónleikarar, sum hava spælt við øðrum bólkum áður.
Sjálvur hevur Jónsvein spælt við Silly Boys. Aðrir tónleikarar í Atlas eru Mourits Mohr, Njál R. Petersen og Eyðun Larsen.
Í bólkinum er eisini ein ungur og evnaríkur tónleikari. Tað er sonur Jónsvein, 14 ára gamli, Jan Rúni Poulsen, ið eitt nú hevur spælt saman við Brandi Enni.
- Atlas hevur spælt til eini 2-3 tiltøk, síðan bólkurin byrjaði, og ætlanin er at halda fram, um onkur vil hava okkum at spæla, sigur Jónsvein Poulsen.
Næsta tiltakið, sum Fuglafjarða Hornorkestur skipar fyri, verður jólakonsertin, sum verður umleið hálvan desember. Møguliga verður hendan konsertin fyriskipað saman við Fuglafjarða Sangkóri. Júst, nær hon verður og hvar, er ikki endaliga avgjørt enn.