Á danska virðisbrævamarknaðinum byrjaði dagurin við stórum falli. Ta fyrstu løtuni var fallið 5,5 prosent, men tað minkaði eitt sindur nakað seinni, men var kortini framvegis 4,6 prosent fyri einum lítlum tíma síðani.
Gongdin á danska marknaðinum er sostatt tann sama sum í Asia og USA. Fallið í USA í gjár var tað størsta síðani fyrst í 2009, eitt nú 4,0 prosent á Dow Jones, og tá marknaðirnir í Japan, Avstralia og Suðurkorea lótu upp í nátt, fall virðið millum 3,9 og 4,2 prosent.
Greinarar siga, at íleggjarar ræðast svikalig virðisbrøv, tí teir eru bangnir fyri afturgongd í amerikanska búskapinum.